Steinbjørn stillar uppaftur

Sitandi borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, hevur gjørt av, at hann stillar upp aftur til býráðsvalið í november

Klaksvík:
? Eg havi hug at royna eina setu aftur, so eg havi gjørt av at stilla uppaftur, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Mangan hevur verðið ført fram, at tað ger mun, tá tað er sum sitandi borgarstjóri ein stillar upp. Hetta viðgongur Steinbjørn eisini kann spæla ein leiklut, men hann dugir kortini ikki at ímynda sær, at tað er tann stóri munurin.
? Til seinasta val fekk eg gott 230 atkvøður, í mun til 77 frammaundan, so handan framgongdin verður torfør at endurtaka, sigur hann.
Jógvan við Keldu hevur boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur, so har verða 315 atkvøður leysar, um ein kann siga tað so. Men tað heldur Steinbjørn tó ikki. Hann sigur, at hann hevur ta fatanina, at tær atkvøðurnar eru rættiliga flokstrúgvar.
? Eg haldi sum heild ikki, at klaksvíkingar velja so politiskt til býráðsval sum til løgtingsval. Og tað er eisini tað rætta, men av tí sama er tað torført at fáa staðfest júst, hvar ein flýtur, heldur borgarstjórin fyri.
Steinbjørn dylir tó ikki fyri, at hann meira enn fegin hevði tikið eina setu afturat.
? Tað er í síðsta enda upp til veljaran, men hetta hevur verið ein ótrúliga spennandi tíð, og eg havi trivist sera væl, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.