Konsert á Bryggjuni

Tá poppurin úr Liverpool tók land á fyrsta sinni
sótu vit á trappuni hjá Lenu meir og minni
ímillum belj og hundagoyggj vit hoyrdu nýggja ljóðið
sum haraftrat varð álað sundur av transistorskróvi

"Á Trappuni hjá Lenu", Sámal Ravnsfjall frá Váð(g)averk.

Kim Simonsen
??????????????

Føroyskir útisetar í øllum aldri vóru farnir á konsert á Bryggjuni á Ólavsøku. Fyrireikararnir høvdu fingið kendar sangarar og bólkar úr Føroyum at spæla í glæsiligu hølunum á Bryggjuni. Hetta kvøldið spældu nøvn sum Hanus G. Johansen, Týr, Sámal Ravnsfjall, Stanley Samuelsen og onnur




Rættuliga nógv fólk var samankomið hetta kvøldið. Millum føroyingarnar hetta kvøldið vóru kanska flest eldri útisetar. Tey ungu lesandi eru mest í Føroyum um hetta mundið. Útisetar-nir í Keypmannahavn hava teirra egna útisetasamfelag. Sjálvandi halda føroyingar uttanlands eisini ólavsøku. Til ólavsøkuna hoyrir eisini tónleikurin til slíkt veitslulag. Nøvn sum Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall skaptu rætta veitslu-dámin hetta kvøldið. Týr settu lív í at enda, sjálvt um hetta er eitt vánaligt orkestur. Hesir mennirnir eru nærum óviljaðir skemtiligir.
Tað var eitt sindur spell at fara innandura hetta kvøldið. Vit sótu á stóru caféini Luftkastellet, ið er granni at Bryggjuni. Har var óført av fólki komið saman. Hetta er kanska ein av teim smartastu caféunum í Danmark, ið bert ligg-ur eitt fótafet frá Bryggjuni, men á Bryggjuni var tómligt uttanfyri. Tað kemur at taka eitt stórt arbeiði hjá hesum stað at kappast við øll tey hundravís av tilboðum í Keypmannahavn. Hesin býurin, ið herfyri bæði varð valdur sum ein hin dyrasti býurin í heim-inum, men eisini ein av teim liviligastu. Veðrið var av tí fagrasta, sum yrkjarin tók til :
"og kenni regnið og hoyra
stormin
og havið duna
og verða burtur í
summarsælu
og vætubruna"
Ricard Long

Uttan fyri vóru telt, á Molanum hevði matstovan Noma sett borð kring listaverkið hjá Tróndi Patursson. Í mun til Luftkasstellet var tómligt á Noma. Hetta kvøldið var heldur løgi at traðka inn í eitt føroyskt hátíðarhald. Sjálvum hevði mær dámt nógv betur at kunna sitið uttandura, men so høvdu fyrireikararnir ikki kunna fingið peningin aftur fyri stóra og dýra tiltakið. Veðrið í ár hevur heldur ikki verið so gott. Tá fleiri hundrað fólk koma saman í einum stórum veitsluhøll gerst heitt og slavið. Eg haldi ikki, at hetta hølið var so vælegnað sum konsertstað. Ein helvt av salinum hoyrdi tónleikin, meðan hin helvtin drakk øl, prátaði og hugnaði sær. Sum so minti hetta tiltakið um eitt meiri óformelt cafékvøld í Føroyahúsinum. Eg havi verið til konsert fyrr á Bryggjuni bæði við Teiti og Enekk, ið riggaðu nógv betri og vóru eisini heldur stuttari. Kanska programmið var ov stórt. Fólk hava hug at heilsa upp á kenningar og vinir eitt slíkt kvøld, ið skapar ein róm, ið ikki riggar við stillar og inniligar sangarar sum Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall. Tá Týr koma fram at sum teir seinastu megnaði hesin hartspælandi bólkurin tó at spæla gjøgnum allan salin.
Við at seta so nógv ymisk nøvn á skránna høvdu fyrireikarnir roynt at geva bæði yngri og eldri hvat tey vilja hava, men tað er enn ein stórur munur á Stanley Samulsen og Týr. Hetta er sum at seta Sunnleif Rasmussen og 200 at spæla sama kvøld. Annars spældu Bo Liengård og Petersen-Olsen-Lawaetz trio eisini.
Fólksangur á høgum støði
"Eg leit í tíni eygu -
og skelvandi eg sá:
øll heimsins dýrd og tregi
í dýpi teirra trá"
Richard Long

Tað var ikki minni enn eitt bragd, Hanus G. Johansen gjørdi, tá hann fór undir at tulka yrkingarnar hjá hargarskaldinum.
Hanus G. Johansen
Hanus G. Johansen kenna øll sum ein fínan tolkara av Poul F. Joensen, Hans Andreas Djurhuus, Richard Long, T. N. Djurhuus, Bernhard Brim. Hetta kvøldið sang hann eisini onkra yrking eftir Omar Khajjam, ið doyði í 1122. Hanus upptraðkar við einum serligum hugtakandi eymleika, ið skapar eina smittandi lívsgleði. Hann velur mangan beiskar og sorgarbundnar vísur, men sangurin er júst merktur av einum serligum pathos, ið ger at hann er rørandi. Hanus torir at siga okkum okkurt og ger tað fegin.

Váð(g)averk
"Bygdin her hjá okkum hon
er full av originalum
inn millum sløðist onkur
hendinga normalur (?)
S. Ravnsfjall

Vágamaðurin Sámal Ravnsfjall hevur eitt serligt sound, ið kann verða torført at skilja. Tað er sum um eg hómi eitt ekkó av øllum frá Bob Dylan, Neal Young og Tinganest. Her er bæði fólkatónleikur og serligir dansitónar vit mangan hoyra í Føroyum. Hann dugir væl at standa á einum palli. Tekstirnir hjá honum eru mangan stuttligir og absurdir. Teir bestu eru teir, hann sjálvur hevur skrivð sum "Á trappuni hjá Lenu" og "Eftir bygdagøtum". Hvør bygdadrongur skilir ikki:

"Ja?67 var herviligt hjá
okkum bygdasviskum
tá roykurin frá pípunum
hekk yvir San Francisco
tað kendist nokkso undar-
ligt tað mugu vit væl siga
at vera til ein happening
í neystinum hjá Dia"

Í sanginum endar høvundin við niðurstøðuni, at tey á bygd, ella í Føroyum: "sita jú enn á trappuni hjá Lenu meir og minni". Sámal hevur sjálvur ferðast víða um heimin og hevur sæð annað enn trappuna hjá Lenu. Hetta er eisini ein tanki, ið mangan stingur seg upp, tá eg vitji aftur í Føroyum, at alt á ein hátt er sum tað var í 1975, ella í 1981. Men millum tey yngru eru góð nøvn komin fram sum Teitur, Eivør, Gestir og Enekk. Føroyar er í eini broytingartíð millum trappuna hjá Lenu og stórbýarlív í Keypmannahavn. Vónandi gloyma vit ikki trappuna hjá Lenu, tí tað er har tey flestu av okkum byrjaðu.
Hvíldarløta
Tað er mangan nakað serligt fyri ein útiseta at koma saman við føroyingum. Har sær man kend andlit og minni kend. Gjørligt er at drekka føroyskar øl. Haldi at Black Sheep er ein heilt góð øl, ið langt frá smæðist burtur millum aðrar góðar øl. Jú hatta var ein góð ólavsøka í Keypmannahavn.