Dagfest 30. januar 2003 kom bræv frá landsstýrismanni, Bill Justinussen, til okkum kommunulæknar um áðrenn 13. februar, (t.v.s. 10 daga freist eftir móttøkuna av brævinum!) at gera okkara viðmerkingar til landsstýrismansins lógaruppskot til nýggja skúlalæknaskipan.
Bert henda stutta freistin segði so mikið, at landsstýrismaðurin ongantíð hevði ætlað so mikið sum at skeitt til viðmerkingarnar frá okkum sakkønu, men ætlaði at gjøgnumføra eitt lógaruppskot, sum var skræddaraseymað til ávísan politisk áhugaðan kommunulækna.
Loyvi mær at seta hesir tríggir spurningar til fyrrverandi landsstýrismannin:
Nær hevur kommunulæknafelagið sum felag viðgjørt hetta lógaruppskotið og hvør var niðurstøðan?
Hvussu nógv svar fekk landsstýrismaðurin frá kommunulæknunum?
Hvussu nógvir vóru fyri og hvussu nógvir vóru ímóti?
Loyvi mær niðanfyri at endurgeva hvat undirritaði svaraði (10 daga freist!)
Til Familju og Heilsumálaráðið
Ref.J.nr. 0.15-2200840/5 Uppskot til løgtingslóg um nýggja skúlalæknaskipan.
Viðmerkingar til omanfyrinevnda uppskot.
Undirritaði hevur verið skúlalækni í Suðuroyar Norðara Læknadømi í 25 ár, og hevur verið á kravda skúlalæknaskeiði í Danmark.
Kenni sostatt núverandi skipan og haldi ikki at skipanin krevur broytingar, men eigur at verða avtikin. ? Ístaðin eigur skúlasjúkrasystraskipanin at verða útbygd soleiðis, at allar kanningar hjá lækna verða sokallaðar tørvkanningar, sum verða gjørdar hjá kommunulækna eftir tilvísing frá skúlasjúkrasystur.
Mínar royndir gjøgnum øll hesi árini eru, at tað er sera lítið av skúlalæknaarbeiðinum sum ein útbúgvin skúlasjúkrasystir ikki kann gera. ? Um barnið er regluliga kannað hjá kommunulækna gjøgnum tær 8 barnakanningar, sum standa foreldrunum í boðið, so eigur ein skúlalækni bert í heilt sjáldsomum førum at finna psykist ella likamlig brek, sum ikki eru staðfest áðrenn av kommunulæknanum, og soleiðis eru eisini mínar royndir gjøgnum árini.
Skúlasjúkrasysturin ger í dag funktiónskanningar (sansa- og rørslukanningar) og tað er ongin orsøk at halda, at ein lækni ger tað betur.
Sjón og hoyrn verður kannað av skúlasjúkrasystrini og tær kunnu eisini lættliga læra at kanna rygg og útlimir.
Hvat viðvíkur sjúkufyribyrgjan og heilsufremjan, so er eingin betur skikkaður at røkja hetta enn skúlasjúkrasysturin, sum hevur dagligt samband við børnini og aloftast teirra álit í nógv størri mun enn skúlalæknin, sum er teimum meira fremmandur, fyri ikki at tosa um ein teimum púra ókendur persónur, sum ein landsskúlalækni fer at vera.
Hetta sum eg nevni omanfyri, verður praktiserað í hesum skúlalæknaøkinum við at skúlasjúkrasysturin tosar við hvønn einstakan næming um royking, alkohol, matvanar, kynslívið, AIDS og mangt annað. ? Haldi tað er ein stórur fyrimunur at skúlasjúkrasysturin ger hetta, tí sum nevnt er hennara samband við næmingin nógv tættari enn skúlalæknans.
Skúlasjúkrasysturin kann (og tað verður eisini gjørt her) skipa fyri størri felags tiltøkum av sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi slag. Til dømis temadagar um happing, etingaólag o.a.
Samanumtikið: Avtakið skúlalæknaskipanina og víðkið skúlasjúkrssystraskipanina!
(Undirskr. Signar P. Dam, skúlalækni).
Eftirskrift:
Skúlalæknaskipanin varð sett í verk allarhelst einaferð í 30.unum, tá ið barnaríkar familjur ikki høvdu ráð til at hava tilknýti til fastan kommunulækna, tí sjúkrakassaskipanin var ikki so væl útbygd sum í dag, og eisini tí fólk vóru rædd fyri at fáa staðfest álvarsamar sjúkur sum t.d. tuberkulosu.
Í dag verða so gott sum øll børn í Føroyum røkt av serlækna í almennari heilsu og hava tískil ikki brúk fyri nøkrum »pseudospesialisti« í skúlabarnasjúkum.
Fari neyvan skeivur um ikki hesin stovnur eftir stuttari tíð er bólgnaður upp soleiðis, at vit hava ein landsskúlalækna, ein landsskúla-hjálparlækna, einir tveir skrivarar og einar tvær skúlasjúksasystrar.
Hesi skulu so ferðast landið runt fyri dýran dagpening til onga nyttu.