Basel, Sveis: Fyri aðru ferð stendur Henrik Larsen við stýrisvølin, tá føroyska fótbóltslandsliðið leggur frá landi til nýggja undankapping.
Til seinastu undankapping helt venjarin fyri, at vit áttu at siktað eftir at fáa eini 6-7 stig, men tað gekk sum kunnugt ikki. Tað fer tað kanska heldur ikki at gera hesaferð, men fyri tað tykist venjarin at hava góðar vónir um, at tað fer at bera til.
- Eg haldi framvegis, at vit stóðu okkum væl í seinastu undankappingini. Og við eitt sindur av hepni og kanska eisini dugnaskapi, so kundu vit væl havt fingið nógv fleiri stig. So um vit megna at vera eitt lítið sindur hvassari hesferð, so ivist eg ikki í, at nøkur stig bíða eftir okkum. Men tað krevur so eisini, at vit spæla upp til okkara allar-allar besta í hvørjum einasta dysti.
Fara at stríðast
Tá tosað verður við lokalu fólkini, so tykist tað fyri tað mesta so, at tey ikki finna tey heilt stóru orðini fram, tá tosið fellur á lokalu hetjurnar.
Fyrst og fremst tykjast boðini vera, at álopið hjá Sveis ikki er nóg hvast. Men hóast hetta, so er føroyski venjarin ikki í iva um, at talan verður um eina sera trupla uppgávu.
- Tú kanst jú bara at leikarunum. Teir hava eina rúgvu av spælarum, sum spæla í sterkastu deildunum í Europa. Vit hava hinvegin nakrar úr heimligu føroysku kappingini, og útisetarnir spæla ikki í teimum bestu deildunum. So á tí støðinum, so fáa vit ikki ordiliga samanborið liðini.
- Hinvegin, so hava vit framvegis okkara góða samanhald og stríðsvilja, so vit fara út at gera okkara besta. Fara teir so samstundis at undirmeta okkum eitt sindur, so veit mann jú ikki, hvat kann henda, sigur hann.
Sum nevnt aðrastaðni, so hevur hitin verið øgiligur hesar dagarnar. Væntandi fara hitastigini at tátta móti teimum tríati leygardagin, og Henrik Larsen ásannar eisini, at hetta kann gerast ein trupulleiki.
- Tað er jú ekstremt heitt her niðri júst nú, og tað kann gerast ein trupulleiki. Ikki minst, um leikararnir bara eru vanir við hasi 10-15 stigini, sum eru í Føroyum. Tá eru tveir dagar helst ikki nóg mikið til at venja seg við veðrið. Hinvegin er dysturin so ikki fyrr enn 17.30, og tá er tað vónandi eitt sindur frægari fyri okkara viðkomandi.
Men fara vit so at síggja eitt føroyskt lið, sum fer at toga ferðina fullkomuliga úr dystinum?
- Vit fara nokk ikki at koyra ferðina niður á null, men tað er einki at ivast í, at tað kemur at kosta nógvar kreftir, um vit skulu spæla 90 minuttir í hesum hitanum. So vit mugu nokk royna at fáa okkum onkrar pausur í spælinum, heldur Henrik.
Claus?
Tá tosað verður um føroyska liðið, so er einki at ivast í, at størsti spenningurin hesaferð er knýttur at, hvar venjarin fer at slúsa Claus Bech Jørgensen inn. Vit settu sjálvandi eisini Henrik hendan spurningin, men tað tóktist ikki, sum um hetta var nakað, ið hann vildi geva eitt boð um her og nú.
- Nú hava vit ikki lagt okkum fastar á taktiska uppleggið enn. Vit hava nakrar skabelónir, sum vit venja eftir, og so mugu vit síggja. Tað kann jú væl vera, at Claus byrjar inni, men tað kann eisini vera, at hann ikki ger tað. Tað hava vit ikki tikið nakra avgerð um enn, sigur føroyski landsliðsvenjarin at enda.
Fríggjakvøldið skuldi føroyska liðið hava seinastu venjingina, og sum vant verður hendan á leikvøllinum, har dysturin skal spælast.
Tá plagar tað eisini at vera so, at venjingin í nógv størri mun er løgd til rættis við beinleiðis atliti til dystin. Alt hetta hendir tó eftir evstamark okkara, og sum skilst, so verður tann venjingin eisini fyri læstum hurðum, so helst verður tað ikki fyrr enn ein tíma undan dystinum, at føroyska uppstillingin endaliga kann staðfestast.










