Góðir karmar fyri tey eldru

- Tann heimliga hugnan og trivnaðin kunnu bara búfólkini, starvsfólkini og tey, sum støkka inn á gólvið, skapa, segði Marjun Gaardbo, borgarstjóri í Nes kommunu, á samkomu í eldrasambýlinum, Vesturskin á Toftum

Eldrarøkt

Eysturoyggin hevur seinastu árini tikið stór tøk á eldraøkinum.
Samstundis, sum útbyggingar verða framdar á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, hava trý eldrasambýlir staðið í gerð seinastu tíðina.
Í Leirvík og á Toftum er komið undir land, og eldrasambýlini eru alment latin upp. Í Gøtu stendur sambýlið liðugt seinni í heyst.
Ikki er langt fráliðið, síðan fuglfirðingar tóku nýggj pláss í nýtslu í niðaru hæddini í Vesturstovu, og stutt eftir komu ætlanir undan kavi at byggja ellisheim í Fuglafirði.
Aðrastaðni í Eysturoynni eru eisini eldrasambýlir sett á stovn, sum hava lætt um trýstið úti á "markini" ? um vit so kunnu siga.
Hetta eru stór tøk, sum kommunurnar taka. Almenna ískoytið til íløguna er lítið; einans 50.000 krónur fyri hvørt búfólkið. Tað er ikki nógv, tá ið búplássini kosta umleið eina miljón hvørt. Men tað ger mun.
Í eldrasambýlinum í Leirvík, sum varð alment tikið í nýtslu herfyri, er pláss fyri 10 búfólkum. Kostnaðurin av byggingini liggur um 9-10 miljónir krónur.
Í eldrasambýlinum á Toftum, sum kostar einar 14 miljónir krónur, er pláss fyri tilsamans 16 búfólkum, harav eitt av plássunum er til umlætting.
Gøtu kommuna letur eldrasambýli byggja í Norðragøtu. Ætlandi stendur húsið liðugt at taka í nýtslu í november, og her verður pláss fyri tilsamans 16 fólkum, harav tey fyrstu 10 flyta inn í hesum árinum. Íløgan í Gøtu liggur um 16 miljónir krónur.
Hesi trý eldrasambýlini, sum ávikavist Leirvíkar kommuna, Nes kommuna og Gøtu kommuna hava bygt, kosta tískil einar 40 miljónir krónur tilsamans.
Á vinnuliga økinum eru hesar tríggjar kommunurnar rættiliga væl fyri, og tað skerst neyvan burtur, at hetta hevur havt sín týdning í raðfestingini av teimum gomlu og veiku.
Fuglafjarðar kommuna er eisini væl fyri á vinnuliga økinum, og hetta hevur eisini speglast aftur í raðfestingini av íløgum í kommununi.

Samkoma

Í eldrasambýlinum, Vesturskin á Toftum, var samkoma hósdagin, har eitt nú borgarstjórin í kommununi, Marjun Gaardbo, beyð vælkomin og segði nøkur orð um byggingina.
- Eg vil bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin at síggja okkara stásiliga sambýli, sum nú er tikið í nýtslu. Her er pláss fyri 16 búfólkum, og tey fyrstu átta eru flutt inn.
Marjun segði, at Nes kommuna hevur arbeitt við ætlanunum um at byggja sambýli síðan 1998.
- Ætlanin byggir á tann stóra tørvin á eldrarøkt, sum er í kommununi. Vit hava nógv eldri fólk, og nógv hevur verið tosað um eldraøkið - og at flyta hesa uppgávu út til kommunurnar at taka sær av.
Borgarstjórin segði, at tað er Nes kommuna, sum hevur gjørt íløguna og eigur bygningin, men landið hevur stuðlað byggingini við 50.000 krónum fyri hvørt búfólk.
- Tað er Heimarøktin, sum tekur sær av starvsfólkunum og búfólkunum, segði hon.
Marjun segði, at bygdaráðið fleiri ferðir viðgjørdi spurningin, hvar húsið skuldi byggjast.
- Ymisk økir vóru uppá tal, men vit hildu, at tey eldru ikki skuldu flytast á eitt sambýli, sum lá í útjaðaranum av bygdini. Heldur vildu vit, at tey skuldu plaserast mitt í arbeiðsmeldrinum, sum hon tók til. Tí er heimið bygt her, og sjálv haldi eg, at hetta er rætta plássið. Her er eisini høgligt hjá fólki at detta inn á gólvið at vitja tey, sum búgva á sambýlinum, segði borgarstjórin.

Góðir karmar

Byggingin av eldrasambýlinum á Toftum byrjaði fyrst í 2003.
- Arbeiðið hevur gingið væl og er væl úr hondum greitt.
Marjun helt, at við hesum húsinum skuldu karmarnir verið skaptir fyri einum tryggum og góðum umhvørvi, bæði fyri búfólk og arbeiðsfólk.
- Tann heimliga hugnan og trivnaðin kunnu bara búfólkini, starvsfólkini og tey, sum støkka inn á gólvið, skapa.
Borgarstjórin segði, at bygdaráðið hevur samtykt at geva eldrasambýlinum navnið, Vesturskin.
- Fyri bygdirnar í kommununi er vesturskinið myndin av nøkrum góðum og lívgevandi. Tað er ein vøkur sjón, tá ið tú sært teir ymisku litirnar spæla sær á himmalinum ? og sólin er farin niður í vestri. Eg ivist ikki í, at tit, sum koma at búgva og arbeiða her, fara at upliva nógvar vakrar løtur her frammanfyri vindeyganum.
Marjun segði seg vóna, at sambýlið verður til gagns fyri
bæði búfólk og starvsfólk ? og fyri alla kommununa.
- Við hesum orðum lati eg lykilin til leiðaran fyri Heimarøktini, Ásu Hanusson, sum framyvir kemur at hava ábyrgdina av sambýlinum, segði Marjun Gaardbo, borgarstjóri.

Arbeiðstakarar

Tað eru Fuglø Arkitektar úr Klaksvík, sum hava teknað og projekterað sambýlið á Toftum, og teir hava eisini havt eftirlitið við arbeiðinum.
Byggivirkið, KBH á Toftum, hevur havt høvuðsentreprisuna, Rók-El í Saltnesi el-arbeiðið, Magni Jacobsen í Klaksvík hevur havt málaraarbeiðið, Litaval í Havn, gólválegging, Reno Vent í Havn, sanitetsarbeiðið, Frits Johannesen av Toftum hevur gjørt grótlaðingina, og Falkon við Jóhan Berg í Saltnesi hevur gjørt lendisarbeiðið.
At enda takkaði borgarstjórin, Marjun Gaardbo, øllum arbeiðstakarunum fyri gott samstarv.