11. september
Politikararnir í Vesturheiminum royna ella vilja so fegnir billa sær inn, at áhaldandi menningarhjálp skal fyribyrgja yvirgangi í tí arabiska partinum av heiminum, men hetta er ikki so.
Tað sigur norski professarin Matts Berdal, sum dagliga starvast á krígsgranskingarstovninum á King's College í London.
? Vit eiga at vera sera varin við at siga, at yvirgangur og fátækradømi hoyra saman, tí hetta er ikki so. Fólk, sum eru sera fátæk, verða vanliga sera óvirkin, og tey hava ikki tað, sum ger tey egnað til at vera yvirgangsmenn. So tað er ikki rætt at tvinna hesi bæði saman, sigur Matts Berdal.
Eftir hansara tykki sprettur tann vandamikli yvirgangurin tvørturímóti í sjálvum Vesturheiminum. Hetta eru ungir islamistar, sum eru vaksnir upp her, og sum hava útbúgvið seg her, men sum hava fingið eitt átrúnaðarligt kall, og sum kenna seg kallaðar til at hjálpa eitt nú al-Qaeda og Osama bin Laden, sigur Matts Berdal, og hann er ikki einsamallur um hesa uppfatanina.
? Teir hava góða útbúgving, og tað er ikki ein átrúnaðarskúli, teir hava gingið í. Teir hava einki ímóti McDonald, men vilja hava eitt halal-McDonald. Teir hava heldur einki ímóti cola, bara tað eitur Mekka-Cola og ikki Coca-Cola, sigur Olivier Roy, sum er granskingarleiðari á á einum fronskum stovni.
Tíðin gongur undan
Sambært Matts Berdal leggja yvirgangsmenn, sum hava støði í islamismuni, ikki petti í trupulleikarnar við fátækradømi, og menningarhjálp hevur heldur ikki teirra áhuga. Teirra mál er ikki at broyta tær grundleggjandi fyritreytirnar hjá teirra átrúnaðarfeløgum í Miðeystri ella í Asia, men at raka Vesturheimin og at fría tann muslimska heimin fyri tí, teir kalla skaðiliga ávirkan.
Spurdur, um tað er bláoygt at halda, at menningarhjálp kann útrudda ella fyribyrgja yvirgangi, svarar norski professarin:
? Tað er greitt, at tann yvirgangurin, sum hevur sín uppruna í víðgongdum átrúnaði, verður ikki bastur við menningarhjálp. Tað er kanska rætt, at sosialar umstøður hava týdning, tá menn velja at gerast yvirgangsmenn, men eg haldi ikki, at vit eiga at leggja ov nógv í hetta.
Hann ivast ikki í, at avgerðin hjá londum sum Noregi, Danmark, Svøríki og Kanada at veita eitt nú tí arabiska heiminum menningarhjálp við at stuðla teimum hóvligu kreftunum har er vælmeint. Velja vit at svara aftur við hermegi hvørja ferð, er vandi fyri, at vit kvala tær hóvligu kreftirnar, men hinvegin mugu vit eisini viðurkenna, at vit hava ikki somu uppfatan av øllum viðurskiftum, sigur Matts Berdal.
? Tey hóvligu kunnu gera mun, tá um ræður at sannføra hini um, hvør ætlan okkara er, og hvørji virði okkara eru. Men tað er torført at broyta gamla uppfatan. Eitt nú vísti ein meiningakanning í tí arabiska heiminum, at ein meiriluti kendi seg sannførdan um, at tað var ísraelska fregnartænastan Mossad, sum skipaði fyri atsóknunum at USA 11. september í 2001.
Professarin heldur tað vera púra rætt av Vesturheiminum at royna at vinna sær stuðlar í teimum arabisku londunum við menningarverkætlanum og kjaki. Men úrslitini eru fá og smá, sigur hann og leggur afturat, at í hsum er tað ikki Vesturheimurin, sum hevur góða tíð.
? Vit eiga at gera okkum greitt, at vit standa yvir fyri einari veruligari hóttan, og at tað er ikki nóg mikið bara at leggja dent á útbúgving í tí arabiska heiminum, har yvirgangur verður góðtikin sum eitt vápn, sigur Matts Berdal.
Kann hjálpa
Atsóknin at USA vísti, hvussu langt altjóða yvirgangsmenn eru til reiðar at fara, samstundis sum framferðarhátturin vísti, at endamálið var at týna so mong mannalív sum gjørligt. Og hetta er ein álopsháttur, sum altjóða yvirgangsmenn fara at brúka.
? Vit hava fleiri prógv fyri, at yvirgangsmenn royna at fáa fatur á hópoyðingarvápnum, og tað er ikki óhugsandi, at tær fara at nýta slík vápn í tí næsta álopinum. Tí mugu vit taka neyðug stig fyri at forða tí, og í so máta virkar menningarhjálp alt ov seint, um ætlanin er at nýta hana fyri at steðga yvirganginum, sigur Matts Berdal.
Hinvegin heldur hann, at í londum, sum mugu sigast at vera á knøunum, kann menningarhjálpin hjálpa. Eitt av hesum londunum er Somalia. Har kundi menningarhjálpin hjálpt, tí tað er júst í slíkum londum, at yvirgangurin kann finna sær gróðrarlíkindi.
? Í 1980-unum fór Vesturheimurin til Somalia, tí fólk vóru í neyð. Í dag áttu vit at gjørt tað sama, men hesaferð fyri at forða yvirgangi, sigur Matts Berdal, professari.
(Kelda: Berlingske Tidende)
??????????????????????
11. september 2001
Kl. 13.50:
Eitt flogfar rennir á annað tornið hjá World Trade Center í New York góðar 80 hæddir uppi.
Kl. 14.02:
Meðan sjónvarpsstøðirnar senda frá flogvanlukkuni, rennir eitt annað flogfar á hitt tornið hjá World Trade Center. Tað er ikki vanligt, at flogfør flúgva her, og teir fyrstu viðmerkjararnir tosa um, at talan kanska kann vera um yvirgang.
Seinni frættist, at eitt flogfar hevur rent á bygningin hjá verjumálaráðnum Pentagon í Washington, og seinni koma tíðindi um, at eitt fjórða flogfar er rænt, men at tað er dottið niður í Pennsylvania.
Bush, forseti, kunnger, at USA er í kríggi, og at amerikanararnir eiga at fyrireika seg til eitt drúgt og øðrvísi kríggj - kríggið ímóti altjóða yvirgangi.










