ivasamt við bæði Jan Petersen og Marcello Marcelonho. Jan hevur leingi drigist við skaða, og hóast hann ikki hevur vant nógv seinastu tíðina, so vóna teir, at tað fer at bera til hjá honum. Marcello fekk [...] Niels Joensen helst heldur ikki. Ungi miðvallarin kom inn og setti veruliga ferð á móti FS Vágum, men hann hevur meitt sær okkurt liðband í knænum, og fær tískil ikki verið við. Hinvegin telur tað helst nógv [...] báðir vóru burtur frá seinast, og har umframt hevur Jacobsen aftur vant við fullari ferð, eftir at hann hevur verið skaddur í nakrar vikur. Hjá B36 ræður sjálvandi eisini um at vinna. Í løtuni sigur formkurvan
landsstýrið setti sær fyri í samgonguskjalinum at endurskoða almenna bygnaðin og rationalisera hann, so hann var bíligari at reka og kom í javnvág við vinnuliga sektorin. Ein og hvør, sum hevur nakað við [...] trúvirði? Eitt og hvørt landsstýri má seta sær fyri at endurskoða almenna sektorin og royna at gera hann so einfaldan sum møguligt. Hetta, fyri at skattapeningurin hjá borgarunum kemur so væl til sættis
hvør skal gjalda útbyggingina, tá eingin avgerð er tikin, hvørt tað slepst at byggja út yvirhøvur. Hann metir málið hava skund nú, tí ætlanin hjá felagnum er at økja tøkuna hálvatriðju ferð. Úr 600 tonsum [...] bryggjukant, har fóðurbátuin kann leggja at. Sum er, er næsta atløgubryggja í Havn, og tað heldur hann vera rættiliga óhøgligt. Tað vil siga, at teir kundu sjálvandi flutt fóðrið við Teistanum til Skopunar [...] aftur haðani til aliringarnar á Gomlurætt. Og tað hevði verið verri enn at ført tað úr Havn, heldur hann. Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, er burturstaddur, og teir, sum varða av málinum í Vinnumálastýrinum
blokkarnar í føroyskum politikki, hann, sum fær tingini at koyra. Í hesi samgongu hevur hann púra onga ávirkan havt, bara góðtikið alt tað hinir hava sagt og kravt. Hví tryggjaði hann sær ikki pensjónshækkingina
nú ætlar at endurskoða. - Vit miða eftir at broyta frymilin soleiðis, at hann eisini tekur atlit til smærru skúlarnar. Um hann heilt verður burtur, tori eg ikki at siga enn, sigur Óli Holm. Arbeiðið at [...] fólkaskúlin framvegis kreppukendur. - Mín meting er, at størri fatan er fyri fólkaskúlanum og hvønn tørv hann hevur í dag, sigur Óli Holm.
Í framløgusendingini í Útvarpinum sunnukvøldið førdi Óli Breckmann fram millum mál, hann hevði framt sum fólkatingsmaður, krígspensjón til føroyskar fiskimenn. Skal rætt vera rætt, krevur hetta eina viðmerking [...] viðmerking, tí Óli Breckmann er ikki sannur í hesum máli. Óli Breckmann slepti hesum máli púrasta, tá hann hevði fingið bræv frá Esther Winter Andersen, táverandi sosialministara (V). Tað var aftan á, at vit [...] nin noydd at seta fram lógaruppskot í tinginum. Tað er ikki tí, at Óli Breckmann. er tornæmur, at hann ferð eftir ferð kemur við ósonnu framførsluni um Krígspensjónina. Eingin krígspensjón varð fyri føroyskar
Útróðrarbátur Immanuel eitur nýggjasti og helst eisini stásiligasti báturin í føroyska útróðrarflotanum. Hann er kanska eisini tann dýrasti, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið ein keypsprís upplýstan [...] langur, 4,3 m. breiður, 1,7 m. djúpur og er 15 bruttotons. Báturin hevur ein 430 hestar motor, og kann hann sigla eini 10-12 míl. Báturin hevur allar hugsandi hentleikar sum eitt nú radar, ekkolodd, GPS, VHF [...] fyrimyndarlig umborð. Vinna pengar Oddmar Juul Samuelsen er ikki í ivi um, at hetta er sera góður bátur. Hann heldur ikki, at tað er avgerðandi, hvat ein tílíkur bátur kostar, men heldur er tað avgerðandi, at
í 1984 og las 5 ár á Bergens Universitet, har hann tók prógv í 1993. Aftaná tvey ár sum studentaskúlalærari í evnafrøði og lívfrøði á Kambsdali fekk hann starv á Fiskirannsóknarstovuni. C) Louisa A. Fjallsbak [...] fyrisitingini hjá Statoil. D) Áki Johansen, 33 ár, virkisráðgevi á TK-stovuni. Áki bleiv studentur í 1989. Hann las 6 ár á tveimum universitetum í Mexico og tók MA í International Marketing á Universidad Anáhuac
maktina. Fyrst varð flokkurin av Fólkaflokkinum rikin eftir hæli í fullveldismálinum, soleiðis, at hann endaði sum reinur og hóvligur heimastýris-yvirtøkuflokkur. Minkingin av blokkinum gjørdist eitt mál [...] sjálvum sær. Síðan er flokkurin tvungin at svølgja allar kamelar, sum uttasta høgra noyðir niður í hann. Tað tykist sum tað ikki longur er Tjóðveldisflokkurin, ið leggur seg eftir at broyta umstøður og [...] kollveltingarmaður (republikkin-í-eygsjón-maður), stundum sum ramasti høgramaður fyri ikki um at tala, tá hann átekur sær tann bleyta sosialdemokratiska leiklutin. Tað kann vera mikið undirhaldandi, men tað hevur
gudin sum sannleikavitni. Tann sum ger sendingina hevur eina stóra ábyrgd, og hesa ábyrgd sveik hann, tá hann lat Móses sleppa framat mikrofonini. Tey sum ikki vita betur halda, at boðskapurin hjá Móses er [...] gingið sum eitt ódnarveður og spreitt fremmandahatur í gøtunum í Keypmannahavn seinastu vikurnar. Hann hevur roynt at skapa ruðuleika á Nørrebro, fyri at tað longu útbreidda fremmandahatrið skal rótfestast