Suðuroyarsiglingin
Tað verður kanska longu í næstu, ella í aðru viku, at Løgtingið fer at taka málið um nýggju suðuroyarferjuna til viðgerðar.
Landsstýrið er í hesum døgum í ferð við at orða eina verklagslóg (anleggslóg), sum skal leggjast fyri tingið.
Landstýrið hevur havt verklagslógina fyri á fundi og hon skal nú endaliga orðast.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at samgongan er framvegis samd um at byggja skipið, sum Strandferðslan hevur mælt til at byggja, tvs, eina ferju, sum tekur 200 bilar, er 135 metrar long og siglur 21 míl.
Løgtingið hevur fyrr samtykt at byggja eina suðuroyarferju, men tað var ein minni ferja enn hendan. Og av tí at hendan er dýrari, verður tað eisini neyðugt at fáa heimild frá tinginum at brúka tað neyðugu upphæddina til skipið.
Tað er hetta, sum er endamálið er við verklagslógini, sum nú verður løgd fram.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at eftir viðgerðini í Landsstýrinum í farnu viku, varð lógin send flokkunum til ummælis.
Men harafturat er ætlanin at allar almennar útbyggingar hereftir skulu niðurfellast í verklagslógir.
Tí er lógin viðvíkjandi suðuroyarskipinum eisini latin Løgmansskrivstovuni. Løgmansskrivstovan og Vinnumálastýrið skulu so í felag finna eina fastan form fyri, hvussu slíkar verklagslógir skulu orðast.
?Ætlanin er at finna eina fasta orðing, so at vit fáa ein samanhang í, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað eru so nógvar almennar útbyggingar, sum strekkja seg yvir fleiri fíggjarár.
Tí heldur hann eisini, at tað er rætt at hava eitt ítøkiligt lógargrundarlag at halda seg til, so at tað ikki er tað til eina og hvørja tíð galdandi politiska rákið frá ári til ár, sum ger av, hvussu nógv verður gjørt tað árið.
?Fara vit í holt við eina verkætlan, so fara vit í holt við hana og gera hana lidna, sigur hann.
Hetta snýr seg eisini um at hava trygd fyri, at tá farið verður undir eina útbygging, so verður hon gjørd liðug. Ikki minst hevur hetta týdning, tá ið almenn arbeiðið skulu bjóðast út og tað verður meiri og meiri av tí.
Bjarni Djurholm væntar, at málið verður liðugt viðgjørd í komandu viku. So verður hon aftur løgd fyri Landsstýrið, sum endaliga góðkennir lógina, áðrenn hon verður løgd fyri tingið.
Men landsstýrismaðurin vísir á, at hetta er ikki tí at slingur er komin í.
?Hetta málið er avgreitt og tað er avgjørt, hvussu skipið skal vera, sigur Bjarni Djurholm.