Setningurin ikki rokkin!

Oddagrein

 

Tann almeni spariknívurin var óhvassur, staðfestir Fregnir fríggjadagin. Orsøkin er, at tað er ikki eydnast landsstýrinum at spara ella gera almenna sektorin einfaldari. Tvørturímóti er almenna fyrisitingin vaksin nógv, hóast landsstýrið setti sær fyri í samgonguskjalinum at endurskoða almenna bygnaðin og rationalisera hann, so hann var bíligari at reka og kom í javnvág við vinnuliga sektorin.


Ein og hvør, sum hevur nakað við almenna sektorin hevur gjørt sær greitt, at nógvar sokallaðar "dupultar funktiónir" eru. Hetta hevur verið frammi áður. M.a. miðskeiðis í 90-árunum, tá ein sparibólkur hjá tí landsstyrinum royndi at spara einar 30 milliónir. Uppskotini komu á pappír, men síðani hendi ikki stórvegis meiri. Og framvegis koyra ein postbilur, ein bussur hjá bygdaleiðum og ein farmabilur hjá Strandferðsluni í hølunum á hvørjum øðrum til fleiri bygdir, bara fyri at nevna eitt væl kent og ofta brúkt dømi.


Tað er einki at ivast í, at ávís viðurskifti kunnu gerast einfaldari og minni byrokratisk, men vit mugu ansa eftir, at vit ikki fara fram eftir fummum, tí tá kann lættliga tað henda, at nakað, sum virkar væl, kann verða brotið niður. Spurningurin er, um vit ikki av álvara eiga at hyggja at tí almenna bygnaðinum, sum varð skipaður í 90-árunum eftir einum leisti, sum varð alt og lítið umrøddur bæði politiskt og millum almenningin. Tí tað tykist, sum nakað grundleggjandi er galið.


Eins og Fregnir staðfesta, so munnu tey flestu, sum hava nakað við tað almenna at gera, hava ásannað, at tað eru ov nógvir "statir í statinum". Men tað, sum er so syndarligt hjá hesi samgonguni, er, at tað eru sjálvi aðalstýrinum - arbeiðsplássini hjá sjálvum landsstýrismonnunum - sum eru bólgnað. Tað kostar 25 prosent meiri at reka løgmansskrivstovuna, 48 prosent meiri at reka fiskimálastýrið og tað kostar 70 prosent meiri at reka vinnumálastýrið. Bara fíggjarmálastýrið hjá einum tjóðveldismanni er bíligari at reka ídag, hóast stóru lønarhækkingarnar!


Í hinum trimum stýrum sita fólkafloksmenn á odda. Hesin flokkurin, sum seinastu 25 árini hevur júkað um, at almenni sektorurin skal minkast og skerjast!!! Hvør segði trúvirði?


Eitt og hvørt landsstýri má seta sær fyri at endurskoða almenna sektorin og royna at gera hann so einfaldan sum møguligt. Hetta, fyri at skattapeningurin hjá borgarunum kemur so væl til sættis sum møgulig. Og fyri at veita borgarunum eina so góða og einfalda tænastu sum gjørligt. Men nú ber til at staðfesta, at heldur ikki á hesum øki eydnaðist landsstýrinum at fremja setningin.