Løgmansskrivstovan segði korta nei, tá Sjónvarpið í august bað um innlit í uppritið av telefonsamrøðuni, sum Anfinn Kallsberg hevði við Poul Nyrup Rasmussen 7. august um sjálvstýrismálið.
Men hetta lat Sjónvarpið sær ikki lynda. Tí Sjónvarpið metir seg nevniliga hava fullan rætt til at fáa innlit í uppritið av telefosamrøðuni. Og tí kærdi Sjónvarpið noktandi svarið frá Løgmansskrivstovuni til Løgtingsins umboðsmann.
Avgerandi aktuell
Øssur Winthereig, tíðindastjóri í Sjónvarpi Føroya, vísir í kæruni til umboðsmannin á, at løgmaður alment í fleiri førum vísir til júst hesa samrøðuna, sum avgerandi í aktuellu politisku gongdini. Og av hesi orsøk heldur hann seg hava rætt til at fáa innlit í uppritið av henni.
Í øðrum lagi vísir Øssur Winthereig á, at Løgmansskrivstovan seinastu árini í heilum hevur sent almenninginum tey skriv, sum løgmaður ella landsstýrismenn hava skrivað ella móttikið frá danska forsætisráðharranum ella øðrum ráðharrum. Og hann heldur, at júst hendan telefonsamrøðan má metast javnt við eitt brævaskifti.
Í triðja lagi heldur tíðindastjórin í Sjónvarpinum, at um tað ikki ber til at fáa innlit í alt uppritið, átti at verið møguligt at fingið innlit í teir partar, sum løgmaður hevur umrøtt alment.
Samrøður við í lógini
Tað er ikki uttan orsøk, at Sjónvarpið heldur seg hava rætt til at fáa innlit í eina telefonsamrøðu, sum verður mett at vera avgerandi í aktuellu politisku gongdini. Tí lógin krevur, at samrøður, ið hava fyrisitingarligan týdning, skulu skrivast upp. Og síðani sigur lógin eisini, at ein og hvør kann krevja at fáa høvi til at gera seg kunnugan við skjøl, sum ein mydugleiki hevur móttikið ella gjørt, sum liður í fyrisitingarligari saksviðgerð.
Men sambært Anfinni V. Hansen, løgfrøðingi, eru reglurnar ikki tær somu, tá talan er um samrøður millum politikarar.
? Tá Anfinn Kallsberg tosar við Poul Nyrup Ramussen, er talan um politikk. Politiskar avtalur í slíkum samrøðum eru ikki umsitingarligar avgerðir, men politiskar samrøður, og tí hevur løgmaður onga skyldu at skriva upp og lat innlit í uppritið, sigur Anfinn V. Hansen, advokatur.
Men embætismaðurin leggur afurat, at løgmaður hevur skyldu at kunnu uttanlandsnevndina, um nakrar beinleiðis avgerðir verða tiknar á slíkum telefonfundi. Ger hann ikki tað, er talan um eitt mál fyri landsstýrismálanevndina, sigur advokaturin.
Hóast sínar greiðu meiningar, vil Anfinn V. Hansen ikki meta um, hvørja niðurstøðu Løgtingsins Umboðsmaður fer at koma til viðvíkjandi hesi kæru.










