FÓLKASKÚLIN
Sambært uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg, sum varð lagt fram fríggjadagin, fær fólkaskúlin 12 mió. krónur meiri komandi ár í mun til í ár. Hetta er tann størsta økingin til fólkaskúlan í nógv ár, men tó langt frá nóg mikið til uppgávurnar og skyldurnar fólkaskúlin hevur. Mentamálastýrið hevur sjálvt roknað seg fram til, at 25 mió. krónur eru neyðugar til fólkaskúlan í mun til verandi játtan.
- Um ikki nóg mikið, eru 12 mió. krónur nógvir pengar, og eg vil meta, at játtanin verður nóg mikið til at koma upp á støðið aftur, sum var áðrenn sparingarnar vórðu framdar. Økingin er í øllum førum ein byrjan og ein góður bati. Umframt fær Sernámsdepilin sambært uppskotinum 2 mió. krónur afturat, sum verða oyramerktar til sernámsfrøðiligt virksemi innan fólkaskúlan, sigur Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum.
Sernámsfrøðiliga virksemið, landsstýrismaðurin sipar til, er játtanin til børn við serligum tørvi. Til hetta skúlaárið søkti Sernámsdepilin Mentamálastýrið um 2500 tímar til serligan tørv, men fekk játtað slakan helming. Men tvær mió. krónur nøkta langt frá tørvin.
- Upphæddin røkkur til uml. 200 tímar afturat, sigur Óli Holm.
Endurskoða frymilin
Økingin í játtanini til fólkaskúlan komandi ár, ger tað møguligt at seta gongd á eftirútbúgvingarnar til fólkaskúlalærarar aftur. Fyri stuttum vórðu hesar steðgaðar vegna vantandi játtan. Játtanin verður eisini nóg mikið til at fylgja upp avtaluni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið um niðurskurð til leiðslu og bókasavnsrøkt.
Ymiskt er, hvussu skúlarnir eru fyri at bjóða næmingum sínum vallærugreinir. Miðalstóru og smáu skúlarnir eru fyri vanbýti í so máta, eisini tá ið tað snýr seg um vanligar lærugreinir, sum eru kravdar sambært lóg. Tímarnir verða latnir eftir einum frymli, sum Mentamálastýrið nú ætlar at endurskoða.
- Vit miða eftir at broyta frymilin soleiðis, at hann eisini tekur atlit til smærru skúlarnar. Um hann heilt verður burtur, tori eg ikki at siga enn, sigur Óli Holm.
Arbeiðið at endurskoða frymilin skal verða liðugt í hesum árinum, fyri at kunna leggja støðið undir tímabýtið til skúlarnar næsta ár. Í ár fingu skúlarnir tímabýtið stutt upp undir summarstegð, men Óli Holm ætlar, at komandi ár skal tímabýtið verða greitt tíðliga á vári.
Ein sannroynd er, at fólkaskúlin ikki hevur verið raðfestur høgt í landsstýrinum í nógv ár, í øllum førum ikki tá ið tað snýr seg um pengar. Meðan nógv øki eru vorðin hægri raðfest, er fólkaskúlin framvegis kreppukendur.
- Mín meting er, at størri fatan er fyri fólkaskúlanum og hvønn tørv hann hevur í dag, sigur Óli Holm.