Útisetar
Skulu vit trúgva donsku pressuni, sum hevur tíðindini frá Birmingham Evening News, so er tað nógv, sum bendir á, at Birmingham City, sum er eitt av stóru feløgunum í næststørsta býnum í Onglandi, er áhugað í at keypa fleiri FCK spælarar.
Verjuspælarin, Thomas Rytter sigst vera ein av spælarunum, og so verður tosað um ein sentralan miðvallara og ein álopsspælara. Í pressuni verður sagt, at miðvallarin ivaleyst er Christian Poulsen, og við at útiloka aðrar verður roknað við, at Todi Jónsson er álopsmaðurin, sum teir í Birmingham eru áhugaðir í.
Kendur venjari
Trevor Francis, sum í síni tíð var ein góður álopsspælari í høgru á eingilska landsliðnum, er fótbóltsbossur í Birmingham City, sum roynir at stríðast fyri at sleppa úr næstbestu og upp í bestu deildina í Onglandi. Tá FCK og Lazio spældu í Parkini, var Birmingham venjarin millum áskoðararnar. Hann hevur síðani váttað, at ørindini vóru at sýna verjuspælaran Jacob Laursen. Tað tykist kortini ikki, at Birmingham fer at keypa henda spælaran, sum fleiri onnur feløg eisini sigast vera áhugað í.
? Síðani havi eg og eisini onnur umboð fyri felagið hjá okkum sæð nakrar dystir hjá FCK, og har eru fleiri spælarar, sum vit fegin høvdu viljað havt at umboða okkum, sigur Trevor Francis við Birmingham Evening News.
Todi veit einki
Danska pressan hevur endurgivið hetta, og teir halda altso, at tað er rættuliga sannlíkt, at Todi Jónsson er álopsmaðurin. Tað gera teir, tí teir halda Zuma vera ov kostnaðarmiklan ? hann verður mettur til 70 milliónir á fótbóltskeypsskálanum ? og tí teir halda, at Birmingham neyvan er áhugað í at knýta Heine Fernandez ella Patrick Simpson afturat sær.
Birmingham sigst vera væl fyri. Í hesi vikuni skal venjarin leggja síni ynski fyri leiðsluna í felagnum, men í Birmingham Evening News verður ikki hildið, at tað verður nakar trupulleiki at fáa leiðsluna við upp á at bjóða upp á FCK spælararnar.
Um FCK leiðlsan er sinnað at selja nakrar av bestu spælarunum, nú teir fyrireika seg at gera eina nýggja roynd í Europa Cup, er ein heilt onnur søga, sum fjølmiðlarnir ikki enn hava gjørt so nógv við.
Sjálvur hevur Todi Jónsson einki annað hoyrt um hetta enn tað, sum hevur verið at frætta í fjølmiðlunum. Todi hevur so ofta hoyrt og lisið um seg sjálvan, at tað hevur hann ongar viðmerkingar til.