Peningastovnar
Kappingin í føroyska fíggjarheiminum harðnar alsamt. Og á nýggjárinum verður hon enn harðari.
Á nýggjárinum verður Føroya Sparikassi nevniliga umskipaður til eitt partafelag og tað fer at fáa merkjast í føroyska fíggjarheiminum.
Tá ið Sparikassin er blivin partafelag, er ætlanin í størri mun at taka kappingina upp við Føroya Banka.
Hvussu viðskiftafólkini koma at merkja broytingina vil leiðslan í Sparikassanum ikki siga enn.
Petur Zachariassen, nevndarformaður, sigur, at Sparikassin er enn ikki til reiðar at avdúka smálutir í ætlanini, ella, hvussu Sparikassin ætlar at taka dystin upp við bankan, men hann viðgongur tó, at tað er eitt endamál við broytingini at gera Sparikassan sterkari í kappingini við Bankan.
Men við broytingini fer bygnaðurin í Sparikassanum eisini at broytast. Eitt nú er tað teir 49 limirnir í umboðsráðnum, sum nú velja nevndina, eftir broytingina verða tað allir partaeigararnir, sum fáa høvi at møta á aðalfundi at velja nevndina.
Tó er ætlanin at halda fram við umboðsráðnum, áleið, sum vit kenna tað í dag. Eftir nýggju skipanini kunnu allir partaeigarir, sum eiga minst 1% av partapengunum, velja limir í eitt umboðsráð.
640-millióna grunnurin
Kortini skilst á øðrum keldum í sparikassanum, at partapeningurin í nýggja Sparikassanum verður umleið 650 milliónir, sum er eginpeningurin hjá stovninum.
Teir 6.000 ábyrgdararnir í sparikassanum eiga umleið 11 milliónir og teir fáa nú høvi til at gera ábyrgdarapeningin um til partapening, men teir fara at fáa gott virði í partabrøvum fyri ábyrgdarapeningin.
Harafturat er ætlanin at stovna ein sjálveigandi grunn við teimum 640 milliónunum, sum nú eru eftir av eginpeninginum.
Av tí, at grunnurin verður størsti eigarin í sparikassanum, verður tað eisini hann, sum fær tað mesta vinningsbýtið.
Umframt at eiga partapening í Sparikassanum, skal hesin grunnurin eisini kunna seta pening í vinnulívið ella gera íløgur í onnur virki, og keypa partar í ymsum fyritøkum.
Eitt nú hevur onkur nevnt møguleikan fyri, at hesin grunnurin fer at keypa partabrøv í ymsum almennum fyritøkur, tá ið tær verða privatiseraður, ella einskildar, sum nú eitur á føroyskum.
Hesin sami grunnurin skal altíð verða høvuðspartaeigari í Sparikassanum, men møguliga verða partabrøv eisini seld.
Tó er ætlanin at seta tað avmarking á, at ongin, uttan grunnurin sjálvur, skal kunna eiga meiri enn 10% av partapengunum.
Men eitt nú kann grunnurin, tá ið hann keypir ein part av øðrum fyritøkum, gera serligar avtalur við tað fyritøkuna um, at at hon kann fáa upp til 25% av partapengunum í Sparikassanum.