Vit mugu virða og halda okkum til spælireglurnar.
Sum foreldur at skúlabørnum undrar tað okkum, at avgerðir ferð eftir ferð verða tiknar, sum ganga beinleiðis ímóti tilmælum frá fakfólki – skúlaleiðslu, skúlastýri og lærarum. Tá TK skuldi avgerða, hvar eyka sporið til 1. flokk skúlaárið 2026/2027 skuldi vera, blivu allir skúlar hoyrdir. Avgerð var tikin um at leggja eyka flokkin í Skúlan á Fløtum, til teir fáu, nýggju næmingarnar, ið ikki høvdu gingið í forskúla.
Teir nýggju næmingarnir hava tað í felag at teir eru allir nýggir og skulu læra hvønn annan og skúlan at kenna í felag, meðan verandi forskúlaflokkarnir kundu byggja víðari uppá tær relatiónir og tann tryggleikan, tey hava brúkt fyrsta árið at leggja lunnar undir.
Samanumtikið ljóðar hetta sum ein loysn, ið øll áttu at kunna livað við. Men so er ikki.
Borgarstjórin hevur sjálv vissað øll um, at eykaflokkurin úti á skúlanum á Fløtum er einasta og rætta avgerðin. Somuleiðis hava skúlastjórar ekkóað hendan boðskapin, sjálvt eftir at nøkur heilt fá foreldur hava pressað politisku skipanina til at ríða á tveimum hestum í senn - tí undir pressi frá nøkrum heilt fáum foreldrum skal nú ein nýggjur eyka-eyka 1. flokkur setast á stovn í Sankta Frans, sjálvt um hendan avgerðin stríðir ímóti øllum tilmælum og er púra ógrundað og setur fólkaskúlan, foreldur og børn í skúlanum upp ímóti hvørjum ørðum!
Skúlastýrið í Sankta Frans hevði eisini eitt greitt ynski um, at tann ruðuleikin sum var í 1. flokki í fjør ikki skuldi endurtaka seg, har flokkar blivu splittaðir og byrjaðu av nýggjum. Ynskið frá øllum – skúlum, skúlastýrum, lærarum og námsfrøðingum, og ikki minst foreldrum – hevur tí verið greitt; gera tit eitt eyka spor, lat tað so vera á øðrum skúlanum og samli teir nýggju næmingarnar í ein flokk, soleiðis at verandi flokkarnir halda fram intaktir.
Í staðin hevur kommunan valt at gera TVEY eyka spor á TVEIMUM skúlum. Harvið hava tveir skúlar nú óneyðugt brúkt eitt eyka høli, sum hvørgin av skúlunum eru bygdir til, og skulu nýta óneyðugar lærararessursir til tveir eyka flokkar sum kundu verið minni enn ein tilsamans. Og fyri at fáa næmingabýtið og eyka fíggingina at ganga upp, er neyðugt at blanda fleiri flokkar í Sankta Frans og á Fløtum av nýggjum - teir flokkarnir, sum nústanni eru lend í nýggju tilveruni eftir barnagarð, skulu nú enn einaferð rykkjast upp við rót. Beint ímóti øllum tilráðingum.
Starikappingin sum ongin vildi tapa
Tað er ein ókeypis atkvøða at lova einum veljara okkurt órealistiskt, um man heldur at onkur annar fer at siga nei.
Í besta Havnaveðri, toka og lýtt, var ein stokkfull høll í Sankta Frans karmur um ein borgarafund, har foreldur at børnum nýttu høvi at seta fram spurningar til teir býráðspolitikarar, ið hættaðu sær at møta fjøldini.
Polittikarnir, ið skulu hava rós fyri at møta borgaranum, vóru sera greið um, at avgerðin hjá teimum sjálvum var IKKI gjøgnumhugsað. Tey greiddu somuleiðis frá, at tað er sera trupult at fáa tey at broyta avgerðina, tí tað fer at skapa meira rumbul (sum um rumbul ikki longu er skapt), sjálvt um umboð skúlans við gleði høvdu tikið ímóti einari afturrullan til bert einum eyka flokki, nevniliga úti á Skúlanum á Fløtum, sum var ætlanin.
Eingin politikari tordi at svara hví ein eyka býráðsfundur ikki kundi haldast og málið rullast aftur. Eftir fundin lat tað til, at avgerðin hjá býráðnum er sannlíkt partur av einum størri máli, har man ikki torir at ganga ímóti uppskotstillaranum, og vóna at hetta bleiv steðgað onkra aðrastaðni í ketuni. Víst var millum annað á, at eingin tordi at taka ta ópopuleru avgerð at ikki hýsa nøkrum fáaum nýggjum børnum í Sankta Frans heldur enn úti á Skúlanum á Fløtum. Harafturat lat tað til at Tórshavnar kommuna ikki hevði trúð, at landstýrismaðurin í mentamálum, ið skal góðkenna ætlanina, fór góðtaka at stovna nýggja eyka-eyka flokkin í Sankta Frans, men so var tíverri ikki.
Og bara soleiðis, uttan hóvasták á einum tilvildarligum býráðsfundi fáar vikur áðrenn skúlin skuldi í summarfrí, bleiv lagnan hjá 70 verandi forskúlanæmingum broytt – flokkar mugu slítast fyri at fáa kabalina og fíggingina til tveir eyka flokkar at hanga saman, tí fígging fylgir ikki við til tveir skúlaflokkar við ávikavist 8 næmingum í hvørjum skúla. Drúgva arbeiðið við at samansjóva forskúlabørnini í ein flokk fer fyri skeyti, og hesi smáu børnini skulu nú enn einaferð byrja av nýggjum «bara tí».
Enn einaferð takk til tey umboð frá býráðnum, ið møttu og tóku sær tíð at lurta eftir ørkymlaðu foreldrunum á fundinum, sjálvt um hesi hava góðtikið fadesuna. Somuleiðis ein heilsan til ein máttmiklan og tigandi eldri politikari, ið fjaldi seg í mannamúgvuni og til síðst ein saknur í bæði uppskotstillaranum og borgarstjóranum sjálvum.
Hvat vil kommunan við forskúlum?
Leiðreglurnar hjá kommununi hava seinastu árini verið greiðar – ynskir tú pláss í skúla í nærumhvørvinum, so mást tú innskriva barn títt í forskúla. Hóast nógvir dagstovnar í kommununi hava góðar 6-ára stovur, eru nógvar av teimum dotnar niður fyri, tí ongin torir at hava børnini eftir í barnagarðinum, um tey nú ikki fáa pláss í skúlanum í nærumhvørvinum. Eisini hóast børnini ikki eru heilt klár at fara úr barnagarði í skúla sum 5 ára gomul, um tey fylla seint á árinum.
Tað vísr seg tó, at foreldur sum ikki hava innteknað børn síni í forskúla hóast alt kunnu fáa børn síni í 1. flokk sjálvt um skúlin er fullur. Tað einast sum skal til er at rópa harðast. Og politiska skipanin bukkar ferð eftir ferð undir, og skapar rumbul og øsing til skúlabyrjan ár eftir ár.
Vit heita tí staðiliga á kommununa og Bárð á Lákjuni um at taka avgerðina aftur, og spara bæði børnum og borgarum í kommuni fyri hendan smeitin. Líka forhastað sum málið bleiv viðtikið, eigur tað eisini at vera tikið aftur í ein hast.
Foreldur at forskúlabørnum











