Upptakt
At B68 fekk eina út av lagi vángaliga kappingarbyrjan, er sum so einki dulsmál. Síðani komið var í helvt við fyrru kappingarhálvu, hevur tó gingið framá hjá toftamonnum, og hóast teir neyvan kunnu gera sær vónir um gullmerkini, so tykist bronsan at gerast ein alt størri veruleiki.
Spæla fyri UEFA
Aloftast hevur hendan givið atgongd til UEFA cup kappingina, men í fjør rakk hetta bert til Inter-Toto hjá toftamonnum, og vandi er fyri, at tað eisini verður soleiðis í ár. Verður B36 føroyameistari, fær KÍ nevnliga UEFA cup plássið fyri steypakappingina, meðan GÍ fær seinna atgongumerkið. Tí er tað ein risastórur fyrimunur hjá B68, um tað verður GÍ, og hetta er kanska størsti motivatiónsfaktorurin hjá B68, tá teir fara í Gundadal sunnudagin.
Til dystin hava toftamenn tað mesta av fólkinum tókt, tó at onkur einstøk ivamál eru.
Heilt víst er í øllum førum, at Jan Dam ikki verður við. Fyrverandi landsliðsmaðurin er leikbannaður. Hinvegin er ivasamt við bæði Jan Petersen og Marcello Marcelonho. Jan hevur leingi drigist við skaða, og hóast hann ikki hevur vant nógv seinastu tíðina, so vóna teir, at tað fer at bera til hjá honum. Marcello fekk ein snudd undir venjingini hóskvøldið, og tá vit seinast frættu, var ivasamt, hvussu álvarsligur hesin var.
Uttan John
Hjá B36 er einki at ivast í, hvørjum leikara størsti saknurin verður í. John Petersen fekk reytt kort, tá B36 var í Miðvági, og fær tískil ikki spælt við hesa ferð. Tað fær Niels Joensen helst heldur ikki. Ungi miðvallarin kom inn og setti veruliga ferð á móti FS Vágum, men hann hevur meitt sær okkurt liðband í knænum, og fær tískil ikki verið við.
Hinvegin telur tað helst nógv rætta vegin, at fleiri aðrir leikarar aftur eru tøkir. Týdningarmestir eru ivaleyst Jákup á Borg og Pól Thorsteinsson, sum báðir vóru burtur frá seinast, og har umframt hevur Jacobsen aftur vant við fullari ferð, eftir at hann hevur verið skaddur í nakrar vikur.
Hjá B36 ræður sjálvandi eisini um at vinna. Í løtuni sigur formkurvan 10 sigrar á rað, og umframt at miðja eftir gullmerkjunum, ætla teir í yngra høvuðsstaðarfelagnum helst eisini at taka metið, sum grannarnir eiga. Fyrst í sjeyti árunum vann HB 12 dystir á rað í einum og sama kappingarári.