Føroyingar reist seg

Eftir eina slaka byrjan í Amagermeistarheitinum hava føroyingar vent gongdini og eru tað nú ikki bert danir í toppstríðnum

 

Talv


Føroyingarnir Heini Olsen, Flóvin Tór Næs, Heini Danielsen og Miriam Olsen stríðast víðari í Amagermeistaraheitinum. Nú bert trý umfør resta í, sær ljósari út enn tá trý umfør vóru leikt. Tá høvdu øll uttan Miriam undir væntaðu skoruna.

Eftir seks umførum í meistarabólkinum hava serliga Flóvin og Heini Danielsen reist seg, meðan Heini Olsen ikki rættiliga er komin í gongd. Heini hevur tó stríðst sum úlvur í skóg, men hepni hevur ikki verið við honum. Hann lovar tó ein góðan endaspurt. Heinarnir báðir hava trý stig av teimum seks møguligu, har Heini Danielsen hevur fingið hesi tey seinastu fýra talvini, eftirsum hann tapti tvey tey fyrstu.

Flóvin liggur í løtuni á deildum øðrum plássi við sínum fýra stigum, bert hálvt stig frá oddamanninum Esben Hove. Flóvin byrjaði eins og landsmennirnir varliga, men hevur tikið eitt rættiligt hál seinastu umførini við góðum avrikum. Hann hittir ratingfavorittin Henrik El-Kher í sjeynda umfari, sum verður leikt komandi fríggjadag. Miriam Olsen er einsamøll á odda í sínum bólki, sum er tveir bólkar undir meistarabólkinum. Hon hevur heili fimm stig av seks, og hevur longu nú tryggjað sær ratingframgongd um hon skuldi tapt seinastu talvini. Miriam hevur styrkistalið 1675.

Komandi fríggjadag fara tveir aðrir talvútisetar at royna seg í vikuskiftiskapping í Árhus. Teir eru Carl Eli N. Samuelsen og Jóan Hendrik Andreasen, sum fara at telva fimm talv yvir eitt vikuskifti.


KTF vann í Vestmanna

Vestmanna Talvfelag er - og hevur altíð verið - eitt virkisríkt felag. Í ár eru 50 ár liðin

Síðani felagið bleiv stovnað, og vóru teir tey fyrstu nógvu árini besta talvfelag í landinum saman við Havnar Telvingarfelag. 70´ini vóru ikki teirra bestu ár, men teir áttu tó føroyameistaran frá 1978, John Jacobsen. Í 80´unum eins og í 90´unum vunnu teir liðkappingini tí einu ferðina, nevnliga í 1985 og 1992. Í ár skipaðu teir fyri FM fyri einstaklingar og í løtuni telva teir innafelagskapping har Torbjørn Thomsen er á odda.

Í føðingardagsliðkappingini leygardagin mundu teir úr Vestmanna eisini vunnið, men máttu taka til takkar við silvurplássinum aftanfyri klaksvíkingar. Í seinasta dystinum hittust hesi lið, og vunnu vestmenningar hendan dyst 4-2, men rakk tað bert til annað pláss, eitt stig aftanfyri klaksvíksliðið. Hvalvíkingar ognaðu sær triðjapláss í harðari kapping við havnarmenn.

Tveir fingu fult stigatal (9 av 9!) og vóru teir Torbjørn Thomsen úr Vestmanna Talvfelag og Tummas M. Anthoniussen úr Klaksvíkar Talvfelag.