Útbygging
Ein umsókn frá eini alistøð um útbygging á ferjuleguøkinum á Gomlurætt hevur nú ligið í eitt á hjá ávikavist Landsverkfrøðinginum og Vinnumálastýrinum og bíðað eftir, at ein støða verður tikin, so alistøðin kann fáa svar.
Tað var tann 22. mai í fjør, at Hólmalaks søkti um at sleppa at gera ymsar útbyggingar á økinum, eins og biðið varð um, at ein bryggjukantur varð gjørdur fyri at lætta um fóðringina á støðini. Umsóknin varð tá send Kirkjubøar Kommunu, sum sendi hana víðari til Landsverkfrøðingin.
Talan er um landshavn á Gomlurætt, og hevur tí kommunan einki við økið at gera. Tí varð umsóknin send Landsverkfrøðinginum.
Men hóast Landsverkfrøðingurin í november í fjør boðaði Vinnumálastýrinum frá umsóknini frá Hólmalaksi og bað um eina prinsipavgerð, er enn einki hent, sigur Jens Reinert, stjóri á Holmalaksi. Og nú er leiðslan í Hólmalaksi farin at ótolnast og rykkir eftir svari.
Trupulleikin hjá Landsverkfrøðinginum er, at eisini annar fyrispurningur um brúk av økinum á Gomlurætt er komin til stovnin. Tað er Kirkjubøar Kommuna, sum biður um at sleppa at brúka part av havnarlagnum til bátahavn hjá fólki í kommununi. Landsverkfrøðingurin vil tí hava at vita frá Vinnumálastýrinum, hvat økið kann og skal brúkast til. Um tað bara skal vera ferjuhavn, ella um tað eisini skal brúkast til alivinnu og møgulig bátapláss.
Umsóknin hjá Hólmalaksi umfatar bygging av høll til fóðurgoymslu, eftirlitsstøð og gerð av 17 metrum av bryggjukanti. Eisini skal økið gyrðast inni og asfalterast. Við umsóknini er løgd útrokning frá verkfrøðingi, sum metir hesa útbygging at fara at kosta góða hálvatriðju millión krónur.
Jens Reinert, stjóri á Hólmalaksi, sigur, at rímiligt er einki avgjørt um, hvør skal gjalda útbyggingina, tá eingin avgerð er tikin, hvørt tað slepst at byggja út yvirhøvur.
Hann metir málið hava skund nú, tí ætlanin hjá felagnum er at økja tøkuna hálvatriðju ferð. Úr 600 tonsum árliga upp í 1.500 tons.
Men tað krevur millum annað ein bryggjukant, har fóðurbátuin kann leggja at. Sum er, er næsta atløgubryggja í Havn, og tað heldur hann vera rættiliga óhøgligt. Tað vil siga, at teir kundu sjálvandi flutt fóðrið við Teistanum til Skopunar og so heintað tað aftur haðani til aliringarnar á Gomlurætt. Og tað hevði verið verri enn at ført tað úr Havn, heldur hann.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, er burturstaddur, og teir, sum varða av málinum í Vinnumálastýrinum, vóru upptiknir, tá roynt var eftir viðmerking, áðrenn blaðið fór til prentingar.