bukettir, í posa og í fløskum. Tað eru mest ungir menn sum koma inn at keypa, og alt sum er reytt er rætt, sigur Nomi. Á Hotel Hafnia hava tey eina serliga Valentinmeny. Vit hava eina tríggja-rætta matskrá [...] flesu sum pør, sigur Petur Hentze á Hotel Hafnia. Borðini eru dekkaði við reyðum rósum. Vígdi í loyndum Søgurnar aftan fyri Valentinusdagin eru fleiri, men ein tann kendasta er, at tað var ein djarvur [...] skal eisini hava sagt hetta, áðrenn hann doyði: »Tit skulu ikki syrgja meg, men gleði tykkum, at tit eru maður og kona, tí kærleikin er ein dýrabarur skattur, dýrabarari enn sjálvt lívið«. Alt hetta hendi
lýsingum og á heimasíðuni hjá stovninum. Men tað vísir seg kortini, at fáar viðmerkingar eru komnar frá fólki. ? Vit hava fingið nakrar fáar viðmerkingar og spurningar frá fólki. Men einki slíkt, sum kann [...] Viðmerkingarnar í ár hava ikki verið tær stóru, men kortini hava fólk sett fram viðmerkingar ella eru komin við spurningum um ymiskt í ætlanini. Andras Jensen sigur, at hann veit um, at onkur viðmerking fer [...] árini. Men yvirhøvur hava fáar viðmerkingar verið til ferðaætlanina, helst tí at broytingarnar ikki eru so stórar hvørjaferð. Suðringar viðmerkja Hesa seinastu tíðina hevur Strandferðslan havt ta nýggju
koyrieginleikarnir eru heilt í topp. Málið hjá Audi er, at A6 skal vera leiðandi í sínum klassa. A6 fæst við fimm ymiskum motorum, trimum bensin og tveimum diesel. Bensinmotorarnir eru: 2,4 litur V6 við [...] Nýggi Audi A6 er nú komin til landið. Tað er dugnaligi designstjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum hevur teknað bilin. Talan er um ein sera smartan og framkomnan luksusbil við sportligum designi, sum [...] millum Audi A4 og tann størsta A8. Nýggi Audi A6 er ein háteknologiskur bilur, har nógvir av lutunum eru úr aluminium. A6 er fyrsti bilur sum hevur MMI (Multi Media Interface) sum standard. MMI er ein framkomin
STROKI eru nakrar síður um okkurt serligt evni, har vit eisini práta við børn og ung. Hesa ferð snýr tað seg um summarútferðir. Tíðindafróða sigur tíðindi úr øllum heraðshornum, og afturvendandi eru forv [...] yngru, og STROK til tey eldru. Byrjar tú úr øðrum endanum, eitur blaðið t.d. STROK, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda blaðnum á høvdið, og byrjar tú aftur fremst, er blaðið SNIRR. Á [...] o.m.a. Í SNIRRI sigur Tíðindafróði tíðindi, smásøga til tey smæstu fer at vera fastur táttur, har eru søgur, teknisøgur, úr bíbliusøguni, fleiri uppgávusíður o.m.a. Í fleiri førum ber til at senda loysnir
fiskivinnan umrøddar, og aðalfundurin staðfesti, at umframt stóru afturgongdina í alivinnuni, eru fiskavirkini eisini komin í trupulleikar, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Sum tey flestu óivað vita [...] minni virksemi enn vanligt. Ein annar trupulleiki hevur verið, at fleiri láglønarlond eru farin at arbeiða fisk, og tí eru prísirnir á marknaðinum lágir, og føroysku virkini hava ilt við at kappast við hesi [...] tað er støðan í fiskivinnuni, sum er altavgerandi fyri, hvussu tað gongur í føroyska samfelagnum. Um vit skulu trúgva hesum spádómi, so gongur tað einki serligt í løtuni, tí arbeiði er nógv minkað á fiskavirkunum
umboðaðir Umboðini úr ymisku londunum, sum vitja í tvær, tríggjar og í fýra vikur, eru vanliga onnur enn politikarar, eisini eru tey mannað við umboðum úr eitt nú arbeiðgevara- og arbeiðarafakfeløg, feløg, ið [...] eri eg komin í prát við fleiri av hesum umboðum, eitt nú við umboð fyri arbeiðsgevarar og LO úr Danmark, Noregi og Svøriki, sum hava róst hesi siðvenju, sum nú hevur verið i fleiri ár, at teir eru við í [...] vitja ST-borgina í New York, tinglimir, sum ikki beinleiðis umboða fasta sessin í ST- tinginum. Hetta eru mál, sum av og á verða havd á lofti í limalondunum og av fjølmiðlunum í umboðandi londum. Miðdepilin
Samanumtikið sigur landsstýrismaðurin, at hann hevur góðkent málini í samsvari við tey tilmæli, sum eru komin frá 3-mannanevndini og síðan frá fyrisitingini. »Eg eigi sum landsstýrismaður ongan leiklut í m [...] VERJURØÐA »Mín metan er, at øll málini eru framd á einum haldgóðum grundarlagi í samsvari við lógina«. Kanska ikki so óvæntað, afturvísir Jørgin Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, allar ákærur [...] Hansen og búskaparfrøðinginum Sjúrði Horsdal. Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er, at øll málini eru viðgjørd eftir sama aðalleisti, einsljóðandi leiðreglum og siðvenjum og útint á einum haldgóðum grundarlagi
Sandoynni eru ikki bara ørg, men óð, tí tann nýggja ferjan ikki sleppur at sigla millum Skopun og Gomlurætt. Vit eru komin í bestu ferðatíð, og Sam klárar ikki at nøkta tørvin. Harafturat eru tað óivað [...] sum var sloppin út. Og gongdin higartil í málinum um Teistan bendir á, at bæði Ellintur og Karsten eru treiskir. Nú kunnu fólk sjálvandi halda, at tiltakið hjá Pálli er ein happening, kanska fyri at seta
graslíki, er nú líkt til, at vend er komin í hesum viðvíkjandi. Orsøkin til broyttu støðuna er fyrst og fremst tann, at nýggi, sonevndu triðja ættarliðs-vøllirnir, eru meinlíkir grasi at spæla á, og ikki [...] av hesum. Fyrsta ættarliðsvøllir eru teir, sum bert hava graslíki, meðan næsta ættarlið verður roknað sum teir vøllir, har sandur eisini verður nýttur. Triðja ættarlið eru vøllir, har graslíki og sandur [...] hetta eisini, at umstøðurnar kring vøllin eru tær røttu. Her hevur UEFA tó áður gjørt undantøk hjá føroyskum feløgum, so eitt nú er als ikki óhugsandi, at vit innan stutta tíð kunnu upplivað, at europa-sup
gerast til tær viðmerkingar og áskoðanir, sum eru komnar fram frá ávikavíst formanninum í Starvsmannafelagnum og stjóranum á Toll- og Skattastovuni. Hetta eru pástandir ímóti hvørjum øðrum og ringt er at [...] sáttmálabrot!!! Skal hetta takast sum sáttmálabrot, so eru nógv sáttmálabrot framd millum ár og dag. Burturvísing merkir sambært sáttmálanum, at tey eru víst burtur frá arbeiðnum frá dags dato uttan nakra [...] ónøgdina. Tá tað ikki eydnaðist, vendu tey sær til sítt fakfelag fyri at fáa hjálp. Og tað er m. a. tað vit hava okkara fakfeløg til. Tá tey eftir ynski frá Starvsmannafelagnum biðja starvsfólkini koma á fund