STROK & SNIRR Tvey spennandi litføgur bløð til børn og ung í einum
Í hesum døgum fáa skúlabørn kring alt landið høvi at seta seg fyri barnablaðið Snirr & Strok fyri skúlaárið 04/05. Flest øll børn og vaksin vita um blaðið, sum seinastu árini hevur havt einar 3.200 haldarar. Allir næmingar í fyrsta flokki fáa fyrsta blaðið ókeypis, so tey fáa høvi at kunna seg við blaðið. Blaðið vendir sær bæði til tey yngru og eldru børnini. Hetta er gjørt soleiðis, at blaðið er sum tvey bløð í einum við hvør sínum heiti: SNIRR til tey yngru, og STROK til tey eldru. Byrjar tú úr øðrum endanum, eitur blaðið t.d. STROK, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda blaðnum á høvdið, og byrjar tú aftur fremst, er blaðið SNIRR. Á opnuni í miðjuni er ynskimyndin, sum øll kunnu ynskja sær. Í fyrsta blað-num hesa ferð er mynd, sum Mark Jimènez hevur teknað av stríðnum í Lítlu Dímun, tá ið Tróndur og hansara menn søktu at Bresti og Beini.
Innihaldið er sera fjøl-broytt: Í hvørjum STROKI eru nakrar síður um okkurt serligt evni, har vit eisini práta við børn og ung. Hesa ferð snýr tað seg um summarútferðir. Tíðindafróða sigur tíðindi úr øllum heraðshornum, og afturvendandi eru forvitnisligar frásagnir úr søguni, Blits - súrt og søtt um tey kendu, uppgávusíður, gaman, teknisøgur, krossorðagáta o.m.a.
Í SNIRRI sigur Tíðindafróði tíðindi, smásøga til tey smæstu fer at vera fastur táttur, har eru søgur, teknisøgur, úr bíbliusøguni, fleiri uppgávusíður o.m.a. Í fleiri førum ber til at senda loysnir inn og sostatt vera við í lutakasti um at vinna fløgur, ymiskar bøkur o.a.
Blaðið kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum haldarar í skúlunum, og tá er haldaragjaldið kr. 120 fyri alt skúlaárið. Tað ber eisini til at fáa blaðið sendandi við postinum, um tú vendir tær til Bókamiðsøluna og bíleggur blaðið, sum tá kostar kr. 120 + postgjald.
SNIRR & STROK verður umbrotið, prentað og heft á Pf. Føroyaprent.
Í blaðstjórnini eru Niels Jákup Thomsen, blaðstj., Beinta Johannessen, Allan Dalsgarð, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen.