Sjálvandi verður ofta spurt, um neyðugt er, at tinglimir úr ymiskum londum, skulu vitja ST-borgina í New York, tinglimir, sum ikki beinleiðis umboða fasta sessin í ST- tinginum.
Hetta eru mál, sum av og á verða havd á lofti í limalondunum og av fjølmiðlunum í umboðandi londum.
Miðdepilin, Sameindu Tjóðir, hevur eisini onnur endamál enn at savna politikarar til orðaskifti, nevndarfundir, at taka lut í arbeiðnum í Trygdarráðnum, at tosa um menning av tilafturskomnum londum, eitt nú Afrika, viðgera álvarsemi av HIV/AIDS, og í felag við diplomatiskum virksemi at fáa frið í lag, har kríggj herjar og gera átøk at byggja uppaftur, tað ið lagt varð í oyði.
Ymiskir felagsskapir umboðaðir
Umboðini úr ymisku londunum, sum vitja í tvær, tríggjar og í fýra vikur, eru vanliga onnur enn politikarar, eisini eru tey mannað við umboðum úr eitt nú arbeiðgevara- og arbeiðarafakfeløg, feløg, ið viðgera mannarættindi, javnstøðu, ungdómsfeløg og ST-lokalar felagsskapir.
Uttan iva kundi verið áhugavert og av týdningi, at eisini føroyingar tóku hetta málið upp og kannaðu, um ikki hesir felagsskapir skiftust um at senda eitt umboð saman við politikarum til ST ársfundin.
Møguleiki fyri góðum sambondum
Her høvdu verið møguleikar fyri, at okkara skiftandi umboð - umframt politikarar - fingu góð og áhugaverd sambond við lond og felagsskapir.
Í samband við teir fundir, døgverðar og tær reseptiónir, ið hava verið, eri eg komin í prát við fleiri av hesum umboðum, eitt nú við umboð fyri arbeiðsgevarar og LO úr Danmark, Noregi og Svøriki, sum hava róst hesi siðvenju, sum nú hevur verið i fleiri ár, at teir eru við í sendinevndunum.
Hetta hevur givið teimum gyltar møguleikar fyri sambondum og dyggum samstørvum við ymisk lond.
Miðdepil fyri so mongum
ST kann verða ein virðismikil miðdepil av stórum týdningi, um vit duga at brúka hesar møguleikar, har eitt fjølbroytt virksemi fer fram um allan heim og í øllum londum.
Her er peningaumfarið eisini viðfevnt.
Tí hevði kanska verið áhugavert at kanna møguleikarnar fyri eini broyttari skipan fyri samstarvinum við ársfundin hjá ST, sum hevur verið siðvenja hjá øðrum londum.
Hetta kundi møguliga givið føroyska samfelagnum størri virði í samstarvi við tey lond, ið hava fastan sess í Sameindu tjóðum.