UEFA roynir nú graslíkisvøllir

Europeiska fótbóltssambandið ásannar nú, at graslíki kann gerast eitt seriøst alternativ til vanligar grasvøllir, og møguliga verða altjóða dystir loyvdir um stutta tíð

Graslíki


Eftir at UEFA annars alla tíðina hevur verið ímóti, at altjóða dystir verða lovydir á graslíki, er nú líkt til, at vend er komin í hesum viðvíkjandi.

Orsøkin til broyttu støðuna er fyrst og fremst tann, at nýggi, sonevndu triðja ættarliðs-vøllirnir, eru meinlíkir grasi at spæla á, og ikki hava somu vansar, sum fyrsta- og annað ættarliðsvøllirnir. Vansarnir við hesum hava verið eitt ónáttúrligt lop á bóltinum, umframt stóra talið av liðbandsskaðum og brennimerkjum, sum hava staðist av hesum.

Fyrsta ættarliðsvøllir eru teir, sum bert hava graslíki, meðan næsta ættarlið verður roknað sum teir vøllir, har sandur eisini verður nýttur.

Triðja ættarlið eru vøllir, har graslíki og sandur vera nýtt, men har eitt lag av gummikúlum síðani er lagt oman á sandin. Partar av slíkum vøllum verða í løtuni royndir í Klaksvík og Gøtu.


Nógvir fyrimunir

Í løtuni royndir UEFA at kanna, hvussu hesir vøllir roynast, og er ætlanin so, at nøkur krøv verða sett fyri, hvussu vøllirnir skulu vera, fyri at kunna geva teimum altjóða góðkenning.

Í mun til vanligt gras, verður nú roknað við, at graslíki hevur somikið nógvar fyrimunir, at hetta allar helst fer at verða nýtt á fleiri leikvøllum runt í Europa.

Millum fyrimunirnar verður rokna stóru nýtsluna, sum graslíkið tolir, eins og viðlíkahaldið er nógv minni enn við vanligum grasi. Hetta viðførir so eisini, at leikvøllirnir gerast nógv betri egngaðir til tiltøk av ymsum slag so sum konsertir og annað, tí fyrireikararnir sleppa undan stóru útreiðslunum av at verja grasið.


Europa Cup í Klaksvík

Hvørja ávirkan hetta kann hava fyri føroyskan fótbólt, kann í løtuni vera eitt sindur torført at meta um. At feløgini fáa møguleika at spæla heimadystirnar á egnum vølli, vil sjálvandi vera kærkomið, men hinvegin treytar hetta eisini, at umstøðurnar kring vøllin eru tær røttu.

Her hevur UEFA tó áður gjørt undantøk hjá føroyskum feløgum, so eitt nú er als ikki óhugsandi, at vit innan stutta tíð kunnu upplivað, at europa-sup dystir kunnu leikast aðra staðni enn á Svangaskarði og í Hvalba. Hvør veit. Kanska Klaksvíkin ella Gøta eisini kunnu gerast europeiskir vertir innan langa tíð.