Smartur og framkomin luksusbilur

Audi A6 er ein smartur og framkomin luksusbilur við sportsligum designi. Bara ljóðið frá V6 motorinum við tveimum útstoytsrørum er ein uppliving í sær sjálvum

Nýggi Audi A6 er nú komin til landið. Tað er dugnaligi designstjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum hevur teknað bilin. Talan er um ein sera smartan og framkomnan luksusbil við sportligum designi, sum í stødd er millum Audi A4 og tann størsta A8.

Nýggi Audi A6 er ein háteknologiskur bilur, har nógvir av lutunum eru úr aluminium.

A6 er fyrsti bilur sum hevur MMI (Multi Media Interface) sum standard. MMI er ein framkomin telduskipan við einum skíggja í instrumentborðinum við nógvum ymiskum funktiónum, sum verða stýrdar av einum knøtti í gardanboksini. Til dømis verður fløguspælarin, sum er í handskarúminum, stýrdur við MMI systeminum.

Elektromekaniska hondbremsu

Hondbremsan er elektromekanisk, sum aktiverast við eini kontakt í gardanboksini og loysnar automatiskt, tá bilførarin setur í gir og nemur spitaran. Bilurin startar bert um koblingspedalurin er inni.

Elektrohydrauliska servostýringin tillagar seg ferðina og er sera løtt at arbeiða við til býkoyring, hon verður síðan tyngri og fastari, so hvørt sum ferðin veksur. Undirvognurin er sera framkomin, og koyrieginleikarnir eru heilt í topp.

Málið hjá Audi er, at A6 skal vera leiðandi í sínum klassa.

A6 fæst við fimm ymiskum motorum, trimum bensin og tveimum diesel. Bensinmotorarnir eru: 2,4 litur V6 við 177 hk, 3,2 litur V6 FSI við 255 hk og ein 4,2 litur V8 við 335 hk. Dieselmotorarnir eru: 2,0 litur TDI (4 syl.) við 140 hk, 3,0 litur V6 TDI við 225 hk.
.
Sum eykaútgerð fæst A6 við Xenon-lyktum, sum snara við tá bilførarin snarar rattinum. Bilurin er sera rúmligur og viðførisrúmið er 546 litrar.

Prísirnir á Audi A6 byrja við 418.000, og tann sum vit royndarkoyrdu kostaði 438.000.


Audi A6 2,4 V6

Motorurin2,4 litur V6 við 177 hk

0-100 km/t8,9 sek.

Bensinnýtsla10,0 - 10,3 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd205/60-16

Stødd og vekt
Longd491,6 cm
Breidd185,5 cm
Hædd145,9 cm
Eginvekt1525 kg
Viðførisrúm546 litrar

Prísurkr. 438.000

SøluumboðBilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.audi-vw.net