Tað var í álitinum um Nullhugsjónina hjá Ferðslutrygd, at málið um at skipa eina skaðanevnd var lagt fram, og hesi 23 árini síðani hevur tað javnan verið uppi. Pengar vórðu játtaðir hvørt ár undir síðstu samgongu, men nevndin varð kortini ikki sett. Sambært Jacob Vestergaard verður málið lagt framaftur í heyst. Tað segði hann í samrøðu við Sosialin í síðstu viku.
Í Sosialinum um vikuskiftið er stór samrøða við Lovisu Petersen Glerfoss, stjóra í Ferðslutrygd, um málið, sum sambært henni er klárt at avgreiða hjá politiska myndugleikanum.
Lesið eisini: Skulu læra av deyðsvanlukkum
Um skaðanevndina verður skrivað soleiðis í álitinum »Ávegis til Nullhugsjónina«í 2003.
12.0 Skaða-/eftirlitsnevnd
Umráðandi er, at ein Skaða-/eftirlitsnevnd verður sett. Høvuðsuppgáva nevndarinnar verður
• at kanna øll ferðsluóhapp/-vanlukkur, har fólk hava fingið mein/álvarlig mein, eru vorðin avlamin ella hava látið lív, og
• at skriva eina frágreiðing, ið latin verður teimum viðkomandi myndugleikunum, um hvørja einstaka ferðsluvanlukku.
Í Skaða-/eftirlitsnevndini eiga at vera limir, ið hava serkunnleika um vegakervið/-umhvørvið, akfør, menniskjaligar/sálarligar fortreytir, løgfrøði og eftirlit.
Í hesum áliti er, sum kunnugt, mælt til ymisk tiltøk, sum eiga at verða sett í verk til tess at bøta um ferðslutrygdina í landinum. Tað er tí eyðsæð, at skal vissa verða fingin um, hvørt tey tiltøk, sum her eru mæld til at fremja, verða framd ella ikki, so er neyðugt, at henda Skaða-/eftirlitsnevndin eisini eigur at hava um hendi eftirlitið við hesum týdningarmikla arbeiðssetningi.
Hildið verður hóskandi, at Skaða-/eftirlitsnevndin gevur øllum viðkomandi pørtum eina árliga frágreiðing um skaða- og eftirlitsarbeiði sítt, og at ársfrágreiðing nevndarinnar sostatt kann verða ein týdningarmikil partur av tí tilfari, sum viðgjørt verður á tí árliga hagtalsfundinum (sí 12.1).
Við hesum í huga verður tað tí eisini ein av aðaluppgávuni hjá Skaða-/eftirlitsnevndini at fylgja við og meta um, hvussu tað gongst við at fremja tilmælini í verki.
Undir heitinum »Ávegis til Nullhugsjónina« eigur Skaða- /eftirlitsnevdin tí eisini at almannakunngera nevndu ársfrágreiðing, ið samanumtikið skal fevna um arbeiðssetning nevndarinnar, so almenningurin fær høvi at síggja eina holla frágreiðing og meting um gongdina á ferðslutrygdarøkinum.











