Mangan verður sagt, at tað er støðan í fiskivinnuni, sum er altavgerandi fyri, hvussu tað gongur í føroyska samfelagnum. Um vit skulu trúgva hesum spádómi, so gongur tað einki serligt í løtuni, tí arbeiði er nógv minkað á fiskavirkunum kring landið.
Nógv fleiri fólk fáa lønarendurgjald
Vinnuhúsið hevur hugt at útgjaldshagtølunum hjá serligu fiskavirkisskipanini hjá ALS, og út frá teimum verður mett, at útgjaldið úr skipanini er tvífaldað fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til somu tíð seinasta ár.
Serliga fiskavirkisskipanin hjá ALS varð sett á stovn, so at arbeiðsfólk á fiskavirkunum kring landið kundi fáa lønarendurgjald, tá ið einki arbeiði var á virkinum. Tøl hjá ALS vísa, at til dømis fingu ikki færri enn 600 fólk stuðul úr skipanini í marts í ár, meðan talið seinnu árini vanliga hevur ligið um tey 200.
Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag herfyri vóru bæði alivinnan og fiskivinnan umrøddar, og aðalfundurin staðfesti, at umframt stóru afturgongdina í alivinnuni, eru fiskavirkini eisini komin í trupulleikar, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Sum tey flestu óivað vita, hava alarar her á landi verið meint raktir av sjúkum fiski, og harafturat hevur prísurin fyri laks verið í botni í langa tíð.
Hjá fiskavirkunum hevur trupulleikin serliga verið, at eingin vinningur liggur eftir, tá ið fiskurin fer av landinum, og tí hava fleiri virkir valt at havt minni virksemi enn vanligt. Ein annar trupulleiki hevur verið, at fleiri láglønarlond eru farin at arbeiða fisk, og tí eru prísirnir á marknaðinum lágir, og føroysku virkini hava ilt við at kappast við hesi lond.
Skilja ikki metingarnar hjá fíggjarmálaráðnum
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo, verða viðmerkingar gjørdar til gongdina í fiskivinnuni. Eisini ger Føroya Arbeiðsgevarafelag viðmerkingar til metingarnar hjá fíggjarmálaráðnum herfyri, har sagt var, at afturgongdin í føroyska búskapinum var við at steðga. Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at sambært einum fjølmiðli, segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, at inntøkur landskassans fóru enntá at vaksa eitt sindur komandi ár. Hvat búskaparfrøðingarnir hjá fíggjarmálaráðnum grunda sínar bjørtskygdu metingar á, dugir Føroya Arbeiðsgevarafelag illa at skilja, tí sambært teimum eru tekin bert um, at tað gongur tann skeiva vegin.