Sonni er nýggjur kommunustjóri

Klaksvíkar kommuna hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starv sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu, og hann tekur við starvinum hin 1. februar næsta ár

Sonni Óli Djurhuus er útbúgvin lærari í 2003. Hann hevur tikið eina BED í pedagogiskari leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya í 2020. Harumframt hevur hann aðrar viðkomandi útbúgvingar.  

 

Hann er 51 ár og hevur drúgvar leiðslu- og stjóraroyndir innan bæði privata og almenna geiran.

 

Sonni hevur verið handils- og deildarleiðari í handilsvinnuni og hevur í fleiri umførum verið skúlastjóri. Eitt nú stóð hann fyri at leggja saman tríggjar skúlar, til tað vit í dag kenna sum Skúlan við Streymin í tíðarskeiðinum 2016 til 2023.

 

Síðan 1. apríl 2023 hevur Sonni verið stápsleiðari í sjúkrahúsverkinum.

 

Nú hann er settur sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur hann soleiðis:

 

- Eg fari komandi tíðina at seta meg inni í viðurskiftini í kommununi og tosa við politikkarar, leiðarar og starvsfólk bæði í fyrisitingini og á stovnum í kommununi, síðani fara vit saman at seta á skrá, hvat vit raðfesta at arbeiða við komandi fimm árini.

 

Sonni Óli Djurhuus tekur við starvinum hin 1. februar 2026.

 

- Vit ynskja komandi kommunustjóra okkara hjartaliga tillukku við starvinum, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.