Í einari dagføring sigur sløkkiliðið í Hong Kong, at higartil eru 13 fólk staðfest deyð í eldinum, sum í morgun herjaði í íbúðarblokkunum, Wang Fuk Court.
Haraftrat hava í minsta lagi 16 fólk fingið løstir í herviliga eldinum. Sagt verður eisini, at tilsamans 2000 íbúðir eru - ella vóru - í blokkunum.
Kringvarpið RTHK veit at siga, at fleiri fólk vóru í íbúðarblokkunum, sum ikki sluppu út, men í løtuni er ógreitt, hvussu nógv fólk talan var um.
Sagt verður, at tilsamans átta blokkar eru í Wang Fuk Court, og sambært sløkkiliðnum á staðnum hevur eldur verið í trimum av teimum.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum endurgevur tíðindini um herviliga eldin í Hong Kong í dag.
Lesið eisini: Stóreldur í Hongkong - fleiri framvegis í bygninginum
- https://www.in.fo/news-detail/storeldur-i-hongkong-fleiri-framvegis-i-bygninginum










