Gøtudalstunnilin kostar millum 460 og 644 milliónir

– Ein fyribils kostnað-nyttu greining hjá Landsverki vísir, at Gøtudalstunnilin er millum tær verkætlanir, sum tað loysir seg best at gera, og er ein skilagóð íløga

Tað sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu fyri Framsókn, sum hevur sett honum spurningin um fyrireiking av Gøtudalstunlinum.

 

Ítøkiliga spurdi hon soleiðis:

 

1. Hvussu gongur við at fyrireika Gøtudalstunnilin? Eru tær seinastu neyðugu kjarnuboringarnar framdar?

 

2. Hvussu gongur við at gera endaligu linjuføringina?

 

3. Hvørjar aðrar fyrireikingar eru gjørdar ella verða gjørdar í ár?

 

4. Nær verður Gøtudalstunnilin klárur at bjóða út?

 

Í svarinum til fyrsta spurningin sigur landsstýrismaðurin, at ein tann ferðslutyngsti teinurin á føroyska landsvegakervinum er tann millum Gøtudal og Skálafjørðin. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiði, sum liggur høgt, og vegurin er brattur, ið serliga skapar trupulleikar um veturin, tá ið veðrið er ringt.

 

– Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er skúlaleið, vísir landsstýrismaðurin á.

 

Hann sigur, at í 2025 eru játtaðar 1 mió. kr. til fyrireikingararbeiði í samband við Gøtudalstunnilin.

 

– Játtanin er brúkt til at gera írestandi jarðfrøðiligu kanningarnar í samband við Gøtudalstunnilin. Tað er Jarðfeingi, sum í samráð við Landsverk, hevur staðið fyri at gera kanningarnar lidnar, og ætlanin er at hava eina endaliga jarðfrøðiliga frágreiðing lidna í ár, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann svarar spurningin 2 og 3 í einum og sigur, at Landsverk hevur serliga arbeitt við tveimum linjuføringum.

 

– Ein linjuføring har tunnilin gongur millum Gøtudal og Skálabotn, og ein linjuføring har tunnilin gongur millum Gøtudal og Skálafjørð, umleið 2 kilometrar sunnan fyri íbindingina í vegin í Skálabotni.

 

– Tá ið ein endalig linjuføring er vald, fer Jarðfeingi at gera eina aðra jarðfrøðiliga frágreiðing saman við Landsverki og ráðgevanum, sum prosjekterar tunnilin, har jarðfrøðin fyri ta endaligu linjuna verður betri lýst eftir, hvussu tað er at gera tunnilin eftir linjuni, sigur Jóhan Christiansen.

 

Til fjórða spurningin svarar landsstýrismaðurin, at ein Gøtudalstunnil verður mettur at kosta 460 mió. kr. Við 40% váðaískoyti kostar tunnilin umleið 644 mió. kr.

 

– Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum. Ein fyribils kostnað-nyttu greining hjá Landsverki vísir, at Gøtudalstunnilin er millum tær verkætlanir, sum tað loysir seg best at gera, og er ein skilagóð íløga.

 

– Landsverk ætlar at gera eitt upprit til landsstýrið tíðliga í 2026, har ymsu loysnirnar verða lýstar, soleiðis at politiska skipanin kann taka støðu til málið, sigur Jóhan Christiansen.

 

– Gøtudalstunnilin verður boðin út, tá neyðug játtan er til endamálið. Í fyrsta umfari verður neyðugt at játta 2 – 3 mió. kr. til at prosjektera tunnilin. Havandi í huga, at íløgukarmur landsins er umleið 600 mió. kr. um árið, kann tað gerast trupult at fáa neyðuga játtan, men Gøtudalstunnilin eigur at verða raðfestur í eini dagførdari langtíðarløguætlan, sigur landsstýrismaðurin, sum leggur afturat:

 

– Langtíðaríløguætlanir innan samferðslu verða politisk samtyktar í fleiri av okkara grannalondum. Eitt nú í Íslandi og Noregi, har samferðsluætlanir verða lagdar fram fyri tingið til viðgerðar og góðkenningar. Fíggjarmálaráðið arbeiðir við málinum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svarinum til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.