USA og Ukraina samd um Genéve-uppskot

Hetta váttar bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, yvirfyri Sky News, men hvørki Ukraina ella USA hava váttað tíðindini

Fleiri amerikanskir miðlar vita seinnapartin í dag at siga, at Ukraina tekur undir við friðaruppskotinum hjá Trump-umsitingini.

 

Sum skilst, eru onkrir "smálutir" eftir at fáa upp á pláss, vita miðlarnir, CBS News, CNN og ABC News, at siga, og allir endurgeva ónevndar amerikanskar keldur.

 

Upplýsingarnir eru enn ikki alment váttaðir, hvørki av ukrainskum ella amerikanskum myndugleikum.

 

Sambært Sky News og The Guardian er bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, spurdur, um nakað kann vera um tíðindini, sum nú berast frá friðarsamráðingunum.

 

Keir Starmer heldur, at talan kann vera um eina ukrainska góðkenning av einari dagførdari friðarætlan - heldur enn einari fullkomnari friðaravtalu.

 

Bretski forsætisráðharrin legði samstundis dent á, at hann fer at hyggja eftir frágreiðingunum, sum eru komnar.

 

Síðan skuldi hann venda aftur, um nakað "týðandi" er at røða um í hesum sambandi, sum hann tók til.

 

Nakrar minuttir seinni váttaði Keir Starmer yvirfyri Sky News, at USA og Ukraina eru samd um Genéve-útkastið, sum hann tók til.

 

Spurningurin er so, hvat londini, sum samráðast um eitt friðaruppskot - Ukraina og USA - fara at siga í sínum almennu útsagnum, tá tær koma.