Stuttgart er vertsbýur fyri bólk C (bólkurin hjá Týsklandi) og bólk G í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.
Svøríki er bólkafavorittur í bólki G, har Brasil helst verður størsti kappingarneytin.
Beint undan HM-endaspælinum tapti Svøríki tepurt 35-36 fyri Danmark. Danmark var á odda 19-12 í steðginum, so tær svensku avrikaðu væl í seinna hálvleiki.
HER er leikskráin:
Bólkur G, Stuttgart, Týskland:
27. november:
Brasil – Kuba, kl. 17.
Svøríki – Kekkia, kl. 19.30.
29. november:
Brasil – Kekkia, kl. 17.
Kuba – Svøríki, kl. 19.30.
1. desember:
Kekkia – Kuba, kl. 17.
Svøríki – Brasil, kl. 19.30.











