Søguligur lutur aftur á bendingini í Vestmanna

Bedingsboyan var til at binda í aftara endan á skipum, sum vóru á beding. Hildið verður, at boyan varð løgd í neystavvíkina í 1898

Vestmanna kommuna skrivar, at tað munnu vera nógv í Vestmanna, sum hava minnir um bedingsboyuna, og sum børn hava stuttleikað sær á henni. Eftir at hava verið i útlegd aðrastaðni í bygdini í nógv ár, er bedingsboyan nú aftur á bedingini. 

 

Bedingsboyan var til at binda í aftara endan á skipum, sum vóru á beding. Hildið verður, at boyan varð løgd í neystavvíkina í 1898. Har lá hon í hundrað ár, til hon varð tikin upp á sjálva bedingina. Mett varð tó, at hon ikki kom til sín rætt á bedingini millum alt rokið av øðrum lutum og óruddi, sum tá var har, so hon varð flutt yvir til John´sa handil. Har hevur hon ligið á grasið, ið heldur ikki hevur verið tann frægasta loysnin.

 

Nú er bedingsboyan so aftur á bedingini, sett upp á turt við síðunar av Spælhúsinum og á eitt stativ, gjørt til endamálið. Nú fer bedingsboyan at verða reinsað og styrkt, og fer at standa á bedingini sum eitt minni.

 

##med2##