VERJURØÐA
»Mín metan er, at øll málini eru framd á einum haldgóðum grundarlagi í samsvari við lógina«.
Kanska ikki so óvæntað, afturvísir Jørgin Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, allar ákærur um at hava verið á samanstoytskós við lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan, ið hava sett hansara landsstýrissess í vanda.
Tað ger hann í skrivligum viðmerkingum til løgmann, dagfestar 8. januar 2003.
Viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum byggja á eina frágreiðing frá umsitingini í Fiskimálaráðnum, sum er undirskrivað av Kaj P. Mortensen aðalstjóra og Heðin Weihe løgfrøðingi, og serligu 3-mannanevndini mannað við advokatunum Julionnu Klett og Anfinn V. Hansen og búskaparfrøðinginum Sjúrði Horsdal.
Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er, at øll málini eru viðgjørd eftir sama aðalleisti, einsljóðandi leiðreglum og siðvenjum og útint á einum haldgóðum grundarlagi í samsvari við lógina.
Einføld lóg
Jørgin Niclasen førir fram, at lógin, sum talan er um, er sera einfald og stuttorðað. Hann hellir seg til endamálið við lógini, sum er at varðveita skipini á føroyskum hondum. Í løgtingsviðgerðini hevur hetta staðið hægri og havt størri týdning enn at orða nágreiniligar reglur fyri, hvussu málsviðgerðin av skuldarumleggingini skuldi fara fram, sigur hann.
Tí mátti umsitingin og 3-mannanevndin leggja lógartulkingar fyri málsviðgerðina.
Tað sama hevur kanningarstjórin Turið Debes Hentze advokatur gjørt, tá hon hevur viðgjørt málið. Og har fara partarnir skeivir av hvørjum øðrum.
Niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum eru »eyðsýnt ikki tær einastu galdandi og røttu«, sigur Jørgin Niclasen, »og ikki í samsvari við tulkingarnar hjá teimum, sum hava viðgjørt málini.«
Misskiljingar
Landsstýrismaðurin heldur, at alt málið, sum tað er komið fram, byggir á misskiljingar. »Hevði kanningarstjórin frammanundan almannakunngerðini av frágreiðingini lagt høvuðsatfinningarnar fyri fyrisitingina, so høvdu nakrar misskiljingar ikki komu fyri og úrslitið verið eitt annað,« skrivar Jørgin Niclasen.
Samanumtikið sigur landsstýrismaðurin, at hann hevur góðkent málini í samsvari við tey tilmæli, sum eru komin frá 3-mannanevndini og síðan frá fyrisitingini.
»Eg eigi sum landsstýrismaður ongan leiklut í málsviðgerðini av einstøku málunum, og havi eg í mínum endaligu avgerðum fylgt niðurstøðunum frá fyrisitingini og 3-mannanevndini«, sigur Jørgin Niclasen í sínari verjurøðu fyri løgmanni.
Løgmaður skuldi fella politiskan dóm í málinum seinnapartin hósdagin, men vit fingu ikki dómin við, áðrenn blaðið fór til prentingar.










