- Fólk flest fegnast um ferðaætlanina

Fáar viðmerkingar eru komnar frá fólki til nýggju ferðaætlanina hjá Strandferðsluni. ? Hetta má vera tí at fólk eru nøgd, sigur Andras Jensen, ið samskipar samferðsluna hjá stovninum.

Hesa seinastu vikuna hava fólk havt møguleika at koma við viðmerkingum til nýggju ferðaætlanina hjá Strandferðsluni fyri tað komandi árið.
Strandferðslan hevur boðað frá hesum við lýsingum og á heimasíðuni hjá stovninum. Men tað vísir seg kortini, at fáar viðmerkingar eru komnar frá fólki.
? Vit hava fingið nakrar fáar viðmerkingar og spurningar frá fólki. Men einki slíkt, sum kann leypa øsing í nakrastaðni, sigur Andras Jensen við Sosialinum.
Freistin at koma við viðmerkingum til ferðaætlanina 2005-2006 er úti í dag, og er ein mannagongd hesum viðvíkjandi at finna á heimasíðuni hjá stovninum.
Strandferðslan hevur givið fólki henda møguleikan tey seinnu árini. Men yvirhøvur hava fáar viðmerkingar verið til ferðaætlanina, helst tí at broytingarnar ikki eru so stórar hvørjaferð.

Suðringar viðmerkja
Hesa seinastu tíðina hevur Strandferðslan havt ta nýggju ferðaætlanina til almenna hoyring hjá teimum, sum koma at brúka leiðirnar á landi og sjógvi.
Viðmerkingarnar í ár hava ikki verið tær stóru, men kortini hava fólk sett fram viðmerkingar ella eru komin við spurningum um ymiskt í ætlanini.
Andras Jensen sigur, at hann veit um, at onkur viðmerking fer at koma úr Suðuroynni um ferðaætlanini um Suðuroyarfjørð.
Tað skilst, at ein størri fundur verður um hetta evnið í kvøld, og at ein felags viðmerking úr oynni verður send Strandferðsluni í morgin við tí úrslitinum, sum hesin fundurin kemur fram til.
Millum tær størru broytingarnar í nýggju ferðaætlanini eru onkrar í farleiðini millum Gomlurætt og Skopun.

Nýggj farleið
Møguleiki er sum sagt hjá fólki at koma við viðmerkingum til ferðaætlanina, - og við positivum útsøgnum. Neyvan er nakar ivi um, at tað helst vera mong á Kalsoynni sum fegnast um nýggju ferðaætlanina.
Tá ferðaætlanin 2005-06 kemur í gildi fer samstundis ein heilt nýggj farleið av bakkastokki, tá tann nýggja og broytta leið 56 verður sett í verk.
Hetta er farleiðin hjá kalsoyingum við umheimin. Her verður nú gjørligt at sleppa av oynni og til arbeiðis í Klaksvík og heim aftur eftir loknan arbeiðsdag.
Hinvegin so fáa kalsoyingar nú eisini eitt regluligt samband við meginlandið, tí strandfaraskipið Sam fer at sigla til Leirvík ar hvønn einasta dag.