Dagurin er søguligur. Heima á Sandi fer løgtingsmaðurin, Páll á Reynatúgvu, at royna at fáa eina semju millum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið um yvirmenninar umborð á nýggju sandoyarferjuni, Teistanum, sum nú hevur ligið einar trígjar mánaðir, síðani hon var liðug.
Tað sigst, at tingmaðurin fyri Sandoyar valdømi fekk hugskotið at royna at fáa eina semju millum landsstýrismannin, Karsten Hansen, og formannin í Skiparafelagnum, Ellint Abrahamsen, tá hann herfyri fekst við eina treiska ær, sum var sloppin út. Og gongdin higartil í málinum um Teistan bendir á, at bæði Ellintur og Karsten eru treiskir.
Nú kunnu fólk sjálvandi halda, at tiltakið hjá Pálli er ein happening, kanska fyri at seta seg sjálvan í fokus, men tey, sum hava ferðast í Sandoynni í summar, skilja væl, at løgtingsmaðurin tekur hetta stigið. Fólk í Sandoynni eru ikki bara ørg, men óð, tí tann nýggja ferjan ikki sleppur at sigla millum Skopun og Gomlurætt. Vit eru komin í bestu ferðatíð, og Sam klárar ikki at nøkta tørvin. Harafturat eru tað óivað mong, sum setast aftur, tí tey vita, at tað er avmarkað, hvussu nógvar bilar Sam kann taka.
Hinvegin er tiltakið hjá tingmanninum eisini eitt misálit á Fíggjarmálastýrið, sum hevur togast við Skipara- og navigatørfelagið síðani tíðliga í vár um sáttmálaspurningin fyri yvirmenninar umborð á Teistanum. Eyðkenni fyri Fíggjarmálastýrið hetta valskeiðið er, at tað hevur verið tungt at fingið sáttmálar undir land. Árið í ár er kortini eitt undantak, tí í vár eydnaðist at gera sáttmálar við flestu fekløg uttan arbeiðssteðgir ella verkfall.
At Skiparafelagið vil hava eitt lønarstig afturat, nú ein yvirmaður afturat skal vera á brúnni, er skilligt. Harafturat skal havast í huga, at hvørki skipari ella stýrimenn fáa eina fúrstaliga løn, hóast teir hava stóra ábyrgd og sigla við hundraðtals ferðafólki hvønn tann einasta dag. Lønin hjá teimum er helst niðan fyri lægsta lønarstigið hjá embætisfólkum í Fíggjarmálastýrinum.
Hóast semingstiltakið er óvanligt, er at vóna, at partarir fáa tosa seg til rættis millum sandoyingar, so henda ferjan sleppur í sigling. Málið um Teistan ? fyri ikki at tosa um Brimil ? er stór skomm, og millum tey mongu mál, sum aðalstýrini hava havt trupult við at loysa.
sosialurin