skulu tyrvast, áðrenn teir fáa høvdið fyri seg. Boðskapurin er stuttur, hann er greiður, og hann er syndarligur. Tað eru annars bert fáir dagar síðan, at vit løgdu oyra til eina av hesum gjøgnumførdu par [...] Hergeir Nielsen Visjónirnar hjá Javnaðar-, Fólka- og Sambandsflokkinum eru nú komanr undan kavi. Hvalbiar sókn skal leggjast á ís komandi hálva mansaldurin. Fremstu vinnulívsspírarnir í Suðuroynni skulu [...] undan kavi, er aftur ljósasløkking í Suðuroynni. Fyri tveimum mánaðum síðan spurdi eg løgmanna, um hann sum løgmaður ikki kundi koma við einari heildarloysn fyri Hvalbiar sókn, sum sjálv vísti ein so framúr
M. Joensen beint fyri steðgin fekk eina langa sending. Sera hegnisliga sneiddi hann lettisku miðverjuna av sær, áðrenn hann setti kós móti málinu. trekkið varð kanska heldur langt, men tað eydnaðist at [...] at kippa bóltin upp um málverjan, men ólukkutíð tók bólturin í stólpan, áðrenn hann støkk í mótstøðubein og út til horna. Og heldur í hesum var eydnan við HB, tá Rasmus Nolsøe knallaði hornasparkið móti [...] Vagnur Mohr Mortensen, sum var liðskipari fyri sjúka Janus M. Joensen, stóð á rætta staðnum, men tá hann skuldi stýra bóltinum til horna, var kósin skeiv. Í einum bleytum boga ferðaðist bólturin í nærmasta
var bara ein spælari tøkur, og Allan Tungá kom ikki inn, tí hann var ikki heilt klárur. Hann var smáskaddur í beininum, men vit høvdu hann á beinkinum, um tað skuldi gjørst heilt neyðugt at skift onkran [...] hampuliga tættur, men vit megnaðu ikki at fáa mál. Páll M. Joensen hevði tveir møguleikar tíðliga, men hann var heldur ikki hesa ferð heppin, sigur Bill Jacobsen, venjarin hjá U?17 landsliðnum. Venjarin leggur [...] avbjóðingar eru á skránni, heldur Bill Jacosben. Føroyska liðið fríggjadagin ímóti Makedonia: Gunnar Nielsen ? Fritleif í Lambanum ? Bogi Hermansen, Borgar Kristiansen, Ovi Magnussen, Jón Jacobsen (Jóhan E
hevur sum skilst onga ætlan um at taka málið upp. Hann vil ikki gera viðmerkingar, tí tað er ikki hansara borð, og tað er heldur ongantíð viðgjørt, sigur hann. Eitt álitisbrot Tað er neyvan áður komið fyri [...] tað øvugta. Nú hevur so Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmaður tikið málið upp í Fólkatinginum og har vil hann hava Fólkatingið at áleggja donsku stjórnini at taka lógirnar aftur. ? Við sínari gerð hevur danska [...] hernaðarliga revsilógin er sett í gildi fyri Føroyar ímóti løgtingsins vilja, sigur formaðurin Holger K. Nielsen, at hetta gongur ikki, er sera álvarsamt, og verður tikið upp í Fólkatinginum. Jan Sjursen, formaður
tað, sum Guus Hiddink ikki rakk, sum spælari, hevur hann rokkið, sum venjari. Árini 1982-1984 var hann hjálparvenjari í De Graafschap. Í 1984 tók hann við, sum hjálparvenjari hjá PSV Eindhoven, sum tá hevði [...] trónuni. Á vári 1987 var hann sum hjálparvenjari við til at vinna meistaraskapið. Árið 1987-1988 var fyrsta árið, hann fekk evstu ábyrgdina av hópinum hjá PSV, og tað skal sigast, at hann tók av. Í 1988 framdi [...] Størsta avbjóðingin hjá Hiddink kom, tá hann gjørdist hollendskur landsliðsvenjari. Hann brúkti harðan disiplin, og tá EM-endaspælið var í Onglandi í 1996, sendi hann Edgar Davids heim, og var tað ikki uttan
rósandi orð, hann hevði at bera føroyingum. ? Føroyingar eru teir norðurlendsku muslimarnir. Nógvir av teimum eru sera víðgongdir, segði hann við Ekstrablaðið, tá ið blaðið vildi hava at vita, hví hann valdi [...] hevði hug at draga eitt sindur í land, tá ið Sosialurin bæð hann greiða frá, hví hann helt, at føroyingar eru teir norðurlendsku muslimarnir, sum hann varð endurgivin fyri at siga við Ekstrablaðið. ? Eg haldi [...] Fráráddur at fara til Føroya Naser Khader er føddur í Damaskus í Sýria. Hann kom til Danmarkar saman við foreldrum sínum í 1974. Síðani hevur hann búð í Danmark, hevur gingið í skúla, tikið útbúgving sum cand.
fyri spælinum, og hann hevur góðan bóltførleika. Liðformaðurin Dan Mortensen var so góður, sum hann altíð hevur verið. Metmaðurin á landsliðnum, Óli Johannesen, var á miðvøllinum. Hann hevur onkuntíð verið [...] Djurhuus í høgru og Eyðfinn Joensen og Hans Pauli Samuelsen í vinstru vóru eisini væl við. Gunnar á Steig var so tryggur í málinum, sum hann hevur verið, síðani hann kom til Eiðis. Onkra ferðina hevur E [...] Anghel at vera fastur fúsur úr ellivu metrum, men hann var hálvskaddur og helt seg ikki til. Nýggi maðurin var púra kaldur, og tað var hann eisini, tá hann fram ímóti dystarenda økti til 4?0. Ta ferðina varð
ungir mans. Tað eru teir báðir Kyndlaleikararnir, Rókur Nielsen og Hjalti Jacobsen, og so Tróndur Kragesteen úr Neistanum. Henrik Gerster sigur, at hann hevur úttikið teir tríggjar, tí teir í framtíðini uttan [...] sleppa við ein slíkan túr "at lukta til atmosfæruna", sum hann málber seg. Vænta nógv fólk Tá ið vit tosaðu við føroyska landsliðsvenjaran, visti hann ikku, hvussu nógv fólk fór at koma til teir báðar dystirnar [...] tjóðir. Nú hava vit vant her tríggjar ferðir og í trimum ymiskum hallum. Eg tosaði við ein normann, og hann greiddi mær frá, at tað búgva umleið 40.000 fólk her í Drammen, og tey hava 14 hallir í býnum. Onkur
við á klaksvíksliðnum og tað varð ein sannur fongur. Hann vann nevnliga ímóti Olaf Berg í eyðkendum stíli. Fyrst offraði hann finnu og síðani fann hann taktiskan hátt at niðurberja Olaf. Fyrrverandi før [...] sanniliga eisini hava klárað seg væl, var Hans Kristian Simonsen at síggja á fyrsta borði. Hann tapti tó ímóti Martin Brekká har tað annars leikaði javnt á, men Hans Kristan bukkaði ein mann og tapti. Bernhard [...] úr Sandavági var leygardagin sera skert. Torkil Nielsen er farin til skips og verður ikki við aftur fyrren í febrúár, Berhard Augustinussen, Sonni Nielsen og Heri Christoffersen vórðu heldur ikki við, og
Ja, hann leggur fyrst eftir undirritaða við ósannindum, sum ongan leiklut átti í hendingunum. Og síðani leggur hann eftir Tórbjørni Jacobsen við grovum og niðurgerandi ákærum. Hesi álop leggur hann skrivliga [...] tingformaðurin valdi at niðurleggja fundin í eitt longri tíðarskeið. Her kundi hann valt at slitið fundin, men Hergeir Nielsen var ”large” mótvegis landsstýrinum, og tók fundin uppaftur, tá eitt landsstýrisfólk [...] spurningar á tingi og løgmaður og landsstýrisfólk hava skyldu at svara. Tá løgmaður ikki møtir, leggur hann eftir spyrjarunum og nýtir sítt embætisverk sum amboð! Hendi hetta í einum landi við veruligum fólkaræði