Tað mesta av landinum lá mikudagin í sólskini. Men á Mølini á Eiði gjørdi høgættin rættuliga um seg. Tað var nógvur vindur, og í fyrra umfarinum hevði TB hann undan. Tað stutta av tí langa er, at EB/Streymur vann 4?0. Tað er størsti sigur, sum teir nakrantíð hava vunnið í bestu deildini. Teir eru nú komnir upp á tíggju stig, og lítil ella eingin ivi er um, at teir eisini komandi ár fara at spæla í bestu deildini.
Hvussu tað verður hjá TB er ein heilt annar spurningur. Setningurin hjá teimum er nú at kappast við Skála um at sleppa undan aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflytingini. Og Lynge Nielsen og hansara menn hava viljan til at vinna ta kappingina.
Við nógvum nýggjum fólki og optimismu í spælinum royndi TB at leggja trýst á, men sum tíðin leið var tað alt meiri sjónskt, at heimaliðið var stinnari í verjuni og ikki minst í álopspartinum, har TB hevði sera lítið at bjóða uppá.
Hvussu tað hevði myndast, um TB hevði havt fingið brotssparkið, sum teir beinanvegin hildu seg vera snýttar fyri, ber bara til at gita um. Um TB var komið á odda, kundu teir kanska havt lagt størri orku í verjupartin. Men avrikið vísti, at teir neyvan høvdu megnað at staðið seg undir trýstinum frá heimaliðnum.
TB var í 3?5?2 útgávu, og teir gjørdu eina verulliga roynd at spæla fótbólt. Viðhvørt riggaði samanspælið væl, men alt í alt vóru tað ov nógvir leysir endar. Mest eyðsýndu menninir vóru á miðvøllinum. Vinstrabeinti Craig Dean hevði sera gott eyga fyri spælinum, og hann hevur góðan bóltførleika. Liðformaðurin Dan Mortensen var so góður, sum hann altíð hevur verið. Metmaðurin á landsliðnum, Óli Johannesen, var á miðvøllinum. Hann hevur onkuntíð verið betri fyri, enn hann var í vindinum á Mølini.
Jón Johannesen og Allan Michelsen fingu serliga í 2. hálvleiki lítið at arbeiða við í álopinum, og tað var lítil broddur í. Útlendingarnir í miðverjuni vóru ikki sannførandi, og í borðunum komu gestirnir ofta í minniluta. Í 2. hálvleiki vísti Bárður Dimon nakrar ferðir síni evni í framrættaða spælinum, men tað spurdust ikki meiri enn onkrar hornasparksstøður burturúr, tá TB slepti í verjupartinum í vónini at koma afturíaftur.
Spæligleði
Hóast EB/Streymur ikki hevði álitismenninir frá undanfarnu dystunum, Knút Vesturtún (farin til skips) og liðformannin Ronnie Samuelsen (leikbannaður), á liðnum, so hekk tað væl saman. Jákup Martin Joensen og Oddvin Zachariassen áttu sentrala miðvøllin, og Teitur Joensen í høgra borði var sera eyðsýndur við sínum góða bóltførleika og stóra hugflogi.
Sorin Anghel var hálvskaddur. Hann var um reppið at gerast leysur tíðliga í 1. hálvleiki, men hann varð feldur. Dómarin metti, at talan var um film, og gav álopsmanninum gult kort. Tað tóktust Sorin Anghel og hansara menn ikki skilja.
Ingi Hansen var raskur í álopinum, Pazek og Christian Carlsson høvdu tak á í miðverjuni, og Marni Djurhuus í høgru og Eyðfinn Joensen og Hans Pauli Samuelsen í vinstru vóru eisini væl við. Gunnar á Steig var so tryggur í málinum, sum hann hevur verið, síðani hann kom til Eiðis.
Onkra ferðina hevur EB/Streymur havt trupulleikar, tá teir hava verið spælførandi á heimavølli. Hesa ferð vóru eingir trupulleikar.
At EB/Streymur fekk brotsspark og kom á odda undan steðginum, kunnu tvørámenn takka sær sjálvum fyri. Í hornasparksstøðu helt ein av verjuspælarunum inni á strikuni púra óneyðugt einum av mótstøðumonnunum so mikið nógv, at dómarin ikki kundi døma annað enn brotsspark.
Oddvin Zacharissen hevur spælt í yngru deildunum í HB, og onkuntíð hevur hann snoddað til besta liðið. Mikudagin kom spæliloyvið hjá honum til Eiðis, og hann tók uppgávuna á seg at skjóta brotsspark. Annars plagar Sorin Anghel at vera fastur fúsur úr ellivu metrum, men hann var hálvskaddur og helt seg ikki til.
Nýggi maðurin var púra kaldur, og tað var hann eisini, tá hann fram ímóti dystarenda økti til 4?0. Ta ferðina varð brotssparkið dømt eftir innlegg úr vinstru og haldarí.
2?0 málið stutt eftir steðgin var rættuliga avgerandi, og tað var eitt sindur heppið. Marni Djurhuus sendi av síðulinjuni og fjúrtan metrar frá baklinjuni langt og høgt. Bólturin dalaði niður aftanfyri Lars Müller og dygst inn undir handaru samankomingina.
3?0 málið var tað best spælda. Við fínari diagonalsending spældi Jákup Martin Joensen Teit Joensen leysan í høgra borði. Hann kom í brotsteigin, men valdi ósjálvsøkið at spæla upp á tvørs til uppafur meiri leysa Inga Hansen, sum takkaði fyri.
10. umfar
EB/Streymur?TB 4?0 (1?0)
1?0: Oddvin Zacharissen br 34.
2?0: Marni Djurhuus 49
3?0: Ingi Hansen 64.
4?0: Oddvin Zacharissen br 83.
Dómari: Petur Skarðenni
EB/Streymur: 16. Gunnar á Steig ? 7. Marni Djurhuus, 4. Andrzej Pacek, 18. Christian Carlsson, Eyðfinn Joensen (Bárður Olsen, 66.) ? 17. Teitur Joensen, 8. Oddvin Zachariassen, 6. Jákup Martin Joensen, 13. Hans Pauli Samuelsen ? 11. Ingi Hansen (12. Vinjard Joensen, 68.), 10. Sorin Anghel (9. Andreas Jacobsen, 62.)
TB: 1. Lars Müller ? 4. Vladimir Matijvic, 5. Nebosja Urtajl, 6. Danny Haynes ? 10. Bárður Dimon, 9. Dan Mortensen, 3. Óli Johannesen, 14. Craig Dean, 7. Einar Petersen ? 13. Allan Michelsen, 11. Jón Johannesen









