Vit mangla musklar

Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Gerster, metir dystirnar móti norska landsliðnum í gjárkvøldið og í kvøld, sum ein kærkomið høvi hjá føroyska liðnum at síggja, hvar vit standa í mun til aðrar tjóðir.

Í hesum døgum er føroyska manslandsliðið í hondbólti á ferð í Noregi, har liðið skal spæla tveir dystir móti norska ligalandsliðnum, tað vil siga einum norskum landsliðið, ið er mannað við spælarum úr heimligu norsku kappingini.

Stór avbjóðing
Henrik Gerster, landsliðsvenjari, sigur í telefonini úr Drammen, har føroyska ferðalagið heldur til, at talan verður um tvær stórar avbjóðingar hjá føroyska landsliðnum. - Norskur manshondbóltur hevur av álvara tikið seg fram seinastu árini, og dystirnir hjá okkum móti normonnum eru ein liður í fyrireikingunum hjá teimum til HM-endaspælið, sum verður í Tunesia í komandi mánað, har Noreg skal luttaka.
Landsliðsvenjarin sigur, at ferðin til Noregs er eitt kærkomið høvi hjá føroyska liðnum at meta um sínar dygdir í mun til aðrar tjóðir og somuleiðis at fáa vant saman nakrar ferðir, tí tað hevur verið sera trupult at sloppi framat høllunum her heima við tí fyri eyga at savna føroyska landsliðið til venjingar.

Hallarumstøðurnar ein trupulleiki í Føroyum
Tá ið vit tosaðu við Henrik Gerster fyrrapartin týsdagin, hevði føroyski hópurin vant tríggjar ferðir og í trimum ymiskum hallum.
- Tað er ein stórur trupulleiki hjá okkum at fáa fatur á eini høll, har vit av og á kunnu savna landsliðshópin til venjingar í Føroyum, og har noyðast vit at staðfesta, at vit eru eftirbátar í mun til aðrar tjóðir. Nú hava vit vant her tríggjar ferðir og í trimum ymiskum hallum. Eg tosaði við ein normann, og hann greiddi mær frá, at tað búgva umleið 40.000 fólk her í Drammen, og tey hava 14 hallir í býnum. Onkur av hallunum hevur eisini fleiri vallir. Tann eina, sum vit vandu í, hevði ikki færri enn fýra hondbóltsvallir, so tað er eyðsæð, at teir eru væl framman fyri okkum á tí økinum, sigur Henrik Gerster.

Okkara skulu hava 7-8 kilo afturat
Sum áðurnevnt er norska liðið einans mannað við leikarum úr heimligu norsku kappingini, men Henrik Gerster heldur tó, at normenninir óansæð eru einar tveir flokkar oman fyri okkara, og tað er serliga á tí kropsliga økinum, at teir eru nógv sterkari enn okkara.
- Vit eru ov veikir kropsliga, og eftir mínum tykki skulu so at siga allir av okkara leikarum hava eini 7 til 8 kilo av vøddum afturat núverandi vektini hjá sær, sigur Henrik Gerster. Hann leggur tó afturat, at feløgini í Føroyum eru blivin meiri bevíst á hesum økinum og tí hava fleiri teirra útvegað sær sonevnd venjingarrúm, har leikararnir hava møguleika fyri at venja kropsliga venjing, og hetta er eitt stig á røttu leiðini, heldur landsliðsvenjarin.
Vit skulu spæla skjótt
- Tað er so ikki á tí kropsliga økinum, at vit skulu vinna á normonnum, sigur Henrik Gerster. - Um vit skulu hava nakran sum helst møguleika fyri at fáa eitt gott úrslit, so krevur tað, at vit fáa bóltin at koyra skjótt, og at vit fáa gongd á kontraspælið, sigur landsliðsvenjarin, sum eisini heldur, at tað er av stórum týdningi, at teir báðir málverjarnir hjá føroyingunum, Levi Nybo og Jens Skipagøta, hava ein góðan dag.
- Gamaní spæla teir allarflestu av føstu leikarunum á norska landsliðnum uttan fyri Noreg í Týsklandi, Danmark og Spania, men norska kappingin er nógv sterkari enn tann føroyska. Men tað er umráðandi hjá okkum at fáa eitt sindur av dystarvenjing í fyrireikingunum til Challenge Cup, sum verður komandi ár, har vit eisini kunnu vænta at spæla móti liðum, sum eru sterkari enn vit, sigur landsliðsvenjarin.

Ungir menn sleppa at royna seg
Millum teir 16 leikararnar í føroyska hópinum eru eisini tríggir heilt ungir mans. Tað eru teir báðir Kyndlaleikararnir, Rókur Nielsen og Hjalti Jacobsen, og so Tróndur Kragesteen úr Neistanum. Henrik Gerster sigur, at hann hevur úttikið teir tríggjar, tí teir í framtíðini uttan iva verða ein týðandi partur av føroyska hondbóltslandsliðnum, og tí er tað gott hjá teimum at sleppa við ein slíkan túr "at lukta til atmosfæruna", sum hann málber seg.

Vænta nógv fólk
Tá ið vit tosaðu við føroyska landsliðsvenjaran, visti hann ikku, hvussu nógv fólk fór at koma til teir báðar dystirnar millum føroyska landsliðið og norska landsliðið, men hann væntaði, at nógv fólk fór at koma.
- Teir hava lýst nógv við dystinum, og tað verður bæði sjónvarp og útvarp á staðnum. Atgongumerkir eru seld í forsølu, men hvussu nógv er selt, veit eg ikki. Harumframt ríður Noreg á einari hondbóltsbylgju júst nú, eftir at norska kvinnulandsliðið sunnudagin vann evropameistaraheitið, og tað økir óivað um áhugan fyri dystinum, held