402 hval vóru í grindini í Sandagerði

Og soleiðis kann staðfestast, at talan er um størstu grind síðani 1879

Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, so var talan um størstu grind í 147 ár, um metingin hjá Kára Thorsteinsson, sýslumanni, helt. Hann segði við in.fo stutt eftir drápið, at onkur hevði leysliga talt, at tað vóru minst 350 hval í grindini.

Lesið eisini: Størsta grindin í Havn í 147 ár

 

Og vóru tað so nógvir hval í grindini í gjár, so var grindin størri enn grindin 10. mai í 1984, sum annars var størsta grind tá í 105 ár. Tá doyðu 347 hval, sum tilsamans vóru 1.842 skinn.

Størsta grind sum er skrásett í Havn doyði 3. august í 1873. Tá doyðu 619 hval í Havn, sum tilsamans vóru 4.055 skinn. Tá búðu eini 1.200-1.300 fólk í Havn.

Fyrsta grindin, sum er skrásett í Havn sambært gomlu grindahagtølunum, doyði 2. september í 1709. Tá doyðu 50 hval sum tilsamans vóru 500 skinn. 

 

##med2##

##med3##