Hergeir Nielsen
Visjónirnar hjá Javnaðar-, Fólka- og Sambandsflokkinum eru nú komanr undan kavi.
Hvalbiar sókn skal leggjast á ís komandi hálva mansaldurin.
Fremstu vinnulívsspírarnir í Suðuroynni skulu tyrvast, áðrenn teir fáa høvdið fyri seg.
Boðskapurin er stuttur, hann er greiður, og hann er syndarligur.
Tað eru annars bert fáir dagar síðan, at vit løgdu oyra til eina av hesum gjøgnumførdu partapolitisku tíðindasendingunum um Suðuroynna, har løgmaður og ein av hansara handgingnu monnum gjørdu burtur av sær fyri opnari mikrofon uttan mótspæl av nøkrum slag.
Tað var aftur Viðurgerði, sum eina av ótaldum ferðum helt opið hús og fylti stovurnar við sokallaðu Suðuroyarætlanini, sum ikki var annað enn ein samandráttur, flokkaður í 10 punktum, av tí, sum vit settu út í kortið árini 1998-2004.
Var ein farri av “public service” í varpinum, so kundi lurtarin fingið nakað skilagott buturúr, men so var ikki.
Eingin kritiskur spurningur varð settur, eingin mótpartur slapp til orðanna, og politiska valdið og fjølmiðilin kappaðust um at mála støðuna so ljósareyða sum gjørligt.
Vit, sum hálvdu eina hálva mia.kr. niður í Suðuroynna, fingu ongantíð fótin inn um gáttina í nakrari sending um hesa oyggj, hvørki í Viðurgerði ella í Sortudíki.
Í andstøðuskeiðnum hava vit hildið fram við at seta viðurskifti í Suðuroynni á politisku dagsskránna, men mugu ásannað, at vørpini bæði, í Havn og í Suðuroy, tykjast líka so firtin inn á okkum, sum samgongan tykist vera.
Síggja vit enskar, norskar ella danskar tíðindasendingar, so fylla andstøðurnar í hesum londum munin meiri enn samgongurnar gera.
Soleiðis er tað ikki her hjá okkum. Her royna vørpini at tiga okkum burtur.
Umráðandi er at reypa nógv av lítlum, at tiga mistøkini burtur, og undir ongum umstøðum lata øðrvísi hugsandi sleppa fram at miðlinum.
Stutt sagt, so rindar borgarin í Suðuroynni yvir “public service” gjaldið fyri at blíva heilavaskaður
Hendan dagin í Viðurgerði vóru tað -gaardarnir báðir í Tinganesi, ið gjørdu burturav sær.
Annan dagin í sama gerði fekk lurtarin fatan av, at formaðurin í fíggjarnevndini hevði grivið seg hálva leiðina til Suðuroyar undir botninum á Suðuroyarfirði.
Og heilt láturligt gjørdist tað triðja dagin í Sortudíki, tá vit við tímafrekvensi yvir ein heilan dag fingu at vita, hvat eitt valevni hjá Fólkaflokkinum helt um miðfyrisitingina.
Í roykinum av partapolitisku slavustøðini í Viðurgerði er umráðandi, at framtøkini hjá undanfarnu samgongu skulu síggjast sum ein “Suðuroyarætlan” hjá hesi samgongu.
Kanska eiga vit einki at leggja í hetta, tí suðuroyingar fylgja betri við enn so, at teir lata seg taka av fótum av so bíligari propagandu, men verri er, at als einki nýtt ártak sæst í Suðuroynni frá hesi samgongu.
Og enn verri er, at framtøkini vit royna at varpa ljós á, verða skotin niður so hvørt, vit seta tey fram.
Miðvíst, og við fullum viti og skili leggja teir nú alla norðaru helvt av oynni á ís komandi hálva mansaldurin.
Og nú hoyrist ikki eitt kis frá propgandastøðini í Viðurgerði.
Undir fíggjarlógarviðgerðini royndu vit í andstøðuni at strongja á við uppskotum um játtanir til projektering av tunli og eftirskúla í Hvalba, men báðar ætlanirnar vóru skotnar niður av samgongumonnum.
Ein lítil vón hevur tó veri um, at vitið fór at vinna á óskilinum.
Men so var ikki.
Nú embætismannavisjónirnar koma undan kavi, er aftur ljósasløkking í Suðuroynni.
Fyri tveimum mánaðum síðan spurdi eg løgmanna, um hann sum løgmaður ikki kundi koma við einari heildarloysn fyri Hvalbiar sókn, sum sjálv vísti ein so framúr góðan vilja til at menna seg burtur úr egnum jørðildi.
Eitt blómandi virksemi hevur tikið seg upp við víðari menning fyri eyga, saman við ítøkililgum uppskoti um Eftirskúla, sum føroyski ungdómurin og kommunurnar fegnast um, men tíverri langar landsstýrið bremsurna í.
Embætismannavisjónirnar hjá Eidesgaard og Vestergaard hava nú lagt tann fremsta vinnumenningartunnilin í sjálvan afturpartin av øllum visjónunum.
Og har vilja teir hava hann liggjandi ein hálvan mansaldur fram.
Teir, sum listaðu upp eina Suðuroyarætlan av okkara framtøkum, gloymdu norðaru helvt av oynni á listanum, og hava nú tyrvt allan framburð á samferðsluøkinum har framyvir.
Ótrúligt, at tað skuldu vera júst suðringarnir í landsstýrinum, ið skuldu fara so illa við eini teirri mest framsóknu vinnulívsbygdini í landinum.
Suðringar sita sjálvandi lamslignir yvir hesi framferð.
Men – hvat sigur Viðurgerði til hesa avhøvdingina av Hvalbiar sókn?