Fótbóltur
Hóast Intertoto ikki er tann kappingin í Europa, sum hevur mest uppá, so var tað ikki frítt, at føroyskur fótbóltsheimurin sum heild var spentur upp á seinna dystin hjá HB móti lettiska FC Dinaburg.
Hóast greiða yvirvág hjá heimaliðnum, so megnaði HB at toga ein 1-1 javnleik við sær úr Letlandi, og tað gav á pappírinum eitt framúr útgangsstøði undan seinna dystinum.
Her var ein málleysur javnleikur nóg mikið hjá HB, um liðið skuldi spæla seg víðari, og fyri tað nógva lá ein slíkur eisini í luftini.
Til at tosa við
Fyrsta korterið ella har á leið hevði HB kanska dekan ov nógva virðing fyri mótstøðuni. Alt ov ofta fluttu teir reyð/svørtu seg eftir hæli, heldur enn at møta mótstøðuni, og tí gekk nógv fyri seg heilt oman móti HB-brotsteiginum.
Einstakar ferðirnar gjørdist talan eisini um veruliga vandastøður. Millum annað við tveimum fríspørkum á brotsteigarmarkinum, har Tróndur Vatnahamar bjargaði øðrum, men hitt brast á stólpan.
Spakuliga fóru tingini tó at venda rætta vegin. HB kom eftir, at lettisku mótstøðumenninir vóru til at tosa við, og so líðandi komu nøkur álop eisini í lag. Gylta møguleikan fekk HB, tá Páll M. Joensen beint fyri steðgin fekk eina langa sending. Sera hegnisliga sneiddi hann lettisku miðverjuna av sær, áðrenn hann setti kós móti málinu. trekkið varð kanska heldur langt, men tað eydnaðist at kippa bóltin upp um málverjan, men ólukkutíð tók bólturin í stólpan, áðrenn hann støkk í mótstøðubein og út til horna. Og heldur í hesum var eydnan við HB, tá Rasmus Nolsøe knallaði hornasparkið móti málinum, har málverjin akkurát fekk jústað bóltin uppum.
Katastrofan
Lagið millum viðhaldsfólki var heilt gott, tá HB fór út til seinna hálvleik. Vertirnir tóktust eisini at hava tamarhald á tí mesta, men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom vanlukuliga málið.
Vandin tóktist annars millum lítil og eingin, tá bóltur varð sendir innfyri. Vagnur Mohr Mortensen, sum var liðskipari fyri sjúka Janus M. Joensen, stóð á rætta staðnum, men tá hann skuldi stýra bóltinum til horna, var kósin skeiv. Í einum bleytum boga ferðaðist bólturin í nærmasta málhornið, har ein lamsligin Tróndur Vatnhamar bert kundi fylgja við eygunum.
Og so var í veruleikanum liðugt hjá HB. Sjálvandi lúrdi vónin um eitt útjavnandi mál og harvið longda leiktíð, men tað var sjáldan, at teir veruliga sendu nakra hóttan um hetta. Talan gjørdist fyri tað nógva um langar bóltar niðan, har stóra lettiska miðverjan ongar trupulleikar hevði. Og framvegis hevði HB eisini ilt við at flyta fólk niðan. Bara einstaka ferðir varð roynt at spæla út á kantarnar fyri at fáa bóltin inn um mótstøðuverjuna. Nakað sum annars tóktist vera mest upplagda uppskriftin hesa løtuna.
Gyltur møguleiki
Tí gjørdist status tað sama, sum tað so oftani hevur verið hjá føroyskum fótbólti. Eitt tepurt tap, men hesa ferð við vissuni um, at tapið var púrasta óneyðugt. Sæð burtur frá vitjanini hjá ÍBV á Tórsvølli fyri einum ári síðani, so var talan kanska um lakastu europeisku mótstøðuna, sum eitt føroyskt felag hevur fingið. Tað vita spælararnir í HB helst betri enn nakar annar, og tí er einki at ivast í, at iðranin hesa ferð var nógv størri, enn hon nakran tíð áður hevur verið um tap av hesum slagnum.
Fakta um dystin
HB-FC Dinaburg 0-1 (0-0)
FC Dinaburg víðari við samanlagt 2-1
0-1: sjálvmál, 55.
Dómari: Adrian McCourt (Norður Írland).
HB: Tróndur Vatnhamar - Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Vagnur M. Mortensen, Poul Thomas Dam (Hendrik Rubeksen, 83.) - Kári Nielsen, Ólavur S. í Ólavsstovu, Jovan Radinovic-Panic - Tór-Ingar Akselsen (Rókur av F. Jespersen, 83.), Páll M. Joensen (Johan Ejvind R. Mouritsen, 67.), Jákup á Borg.
Gul kort: Jákup á Borg 59, Mortan úr Hørg 69.
FC Dinaburg: Vadims Fjodorovs - Andrejs Zuromskis, Mikhail Popov, Nikita Shmykov, Vadims Logins - Jurijs Sokolovs, Aleksejs Boruns, Andrey Markov, Edgars Burlakovs (Sergejs Valuskins, 57. (Jurgis Pucinsks, 75.)) - Pavel Ryzheuski (Dmitrijs Cebotarjovs, 88.), Olexandr Kryklyvy.
Gult kort: Vadims Logins, Aleksejs Boruns, Pavel Ryzheuski, Sergejs Valuskins, Vadims Fjodorovs.