Komu aftur sum av torvheiðum

Hóast avrikið í síðsta dystinum eftir umstøðunum kanska var at liva við, so mugu U?17 dreingirnir smyrja seg við, at teir í trimum royndum í síðstu viku vóru noyddir at leggja rygg til í alt 0?16 tap

U?17 EM UNDANKAPPING

Tað var ein orduligur sekkur, sum U?17 dreingirnir seinnapartin leygardagin komu aftur til Føroya við. Í EM undankappingini í Bukarest høvdu teir spælt tríggjar dystir, og tilsaman høvdu teir tapt 16?0.
Skal tað ljósa dragast fram, so var tað, at úrslitini batnaðu. Í fyrsta dystinum taptu teir 8?0 ímóti rumensku vertunum, so taptu teir 6?0 ímóti Eysturríki, og í síðsta dystinum taptu teir 2?0 ímóti Makedonia.
Tað var í hesum síðsta dystinum, at føroyska liðið hevði vónað kanska at fáa stig, men tað eydnaðist ikki. Ein partur av orsøkini var, at tríggir av lyklaspælarunum sótu uttanfyri. Jústinus Hansen var leikbannaður, og liðformaðurin Emil N. Leifsson og Jónas Þór Næs vóru so mikið skaddir, at teir vóru ikki førir fyri at spæla.
? Dysturin var hampuliga tættur, men vit megnaðu ikki at fáa mál. Páll M. Joensen hevði tveir møguleikar tíðliga, men hann var heldur ikki hesa ferð heppin, sigur Bill Jacobsen, venjarin hjá U?17 landsliðnum.
Venjarin leggur afturat, at Makedonia kom á odda í 14. minutti, tá verjan ikki megnaði at byrgja fyri stikkbólti inn um verjuna, og í 72. minutti øktu teir til endaligu støðuna 2?0.
Tit kunnu ikki vera nøgdir við avrikini?
? Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við at tapa tríggjar dystir, og at leggja rygg til so stór tap. Dreingirnir harmast, og tað gera vit eisini. Tað verður sjálvandi leitað eftir orsøkum, hví tað skuldi hilnast so illa, men tað er ikki nøkur einstøk forkláring til tað. Eg skal rósa spælarunum fyri, at teir høvdu góðan hugburð, og at teir ongantíð løgdu kongin, sjálvt um teir fingu nógv mál ímóti sær.
Men hvørjar eru so orsøkirnar til, at tað gekst so illa?
? Ein er, at Rumenia og Eysturríki høvdu óvanliga góð lið. Eysturríki vann kappingina. Í avgerandi dystinum vunnu teir 2?1 á Rumenia. Venjararnir hjá báðum liðunum lótu sera væl at hesum árganginum. Ein onnur orsøk er, at vit undan síðsta dystinum vóru óhepnir við skaðum. Umframt teir, sum komu á vøllin og eykamálverjan, var bara ein spælari tøkur, og Allan Tungá kom ikki inn, tí hann var ikki heilt klárur. Hann var smáskaddur í beininum, men vit høvdu hann á beinkinum, um tað skuldi gjørst heilt neyðugt at skift onkran út.
Og er tað nøkur onnur orsøk?
? Hetta skal ikki skiljast sum, at vit royna at renna undan úrslitunum. Men tað er eisini ein veruleiki, at skaðar koma serliga illa við hjá okkum, tí úrvalið frammanundan ikki er so stórt. Undan fráferðini høvdu tveir, sum kundu havt verið fastir menn, givið avboð. Verjuálitið Poul N. Poulsen varð skaddur mikukvøldið undan fráferðini, og Jóhan Petur Poulsen, sum hevur skorað fleiri mál í undanfarnum kappingum, sá seg noyddan at geva avboð. So alt í alt kenna vit tað ikki sum at vit hava havt undanvind. Tí var tað serliga óheppið, at vit skuldu koma í bólk við so góðum liðum sum Eysturríki og Rumenia. Eg haldi, at vit í NM kappingini fyrr í summar vístu, at tað stóð ikki heilt illa til. Ta ferðina megnaðu vit 1?1 ímóti Danmark, og 2?0 tap ímóti Svøríki var eisni at liva við.
Hvussu verður komandi ár?
? Eg haldi ikki, at tað sær so galið út. Í NM og EM hava vit í alt havt fimm spælarar við, sum eisini hava aldur at spæla næsta ár, og í 24 manna hópinum hava vit havt átta í alt, sum eisini hava aldur at spæla á U?17 liðnum næsta ár. Millum teirra, sum nú flyta upp í dreingjadeildina, eru tað fleiri spælarar, sum hava góð evni og sum hava rætta hugburðin. Hetta seinna er ikki minni týdningarmikið, tá so stórar avbjóðingar eru á skránni, heldur Bill Jacosben.

Føroyska liðið fríggjadagin ímóti Makedonia: Gunnar Nielsen ? Fritleif í Lambanum ? Bogi Hermansen, Borgar Kristiansen, Ovi Magnussen, Jón Jacobsen (Jóhan E. Mouritsen, 66.) ? Svenn D. Jacobsen (Stefan Kalsø, 70.), Mikkjal T. Hentze, Símun Louis Jacobsen, Páll M. Joensen ? Hartmann Hansen