Norðuratlantsbólkurin í Fólkatinginum ger bart.
Føroyski fólkatingsmaðurin Tórbjørn Jacobsen hevur vegna bólkin lagt uppskot til samtyktar fyri Fólkatingið um at áleggja donsku stjórnini at taka hernaðarligu revsilógina, sum hon júst hevur lýst fyri Føroyar, av aftur.
Og líkt er til, at tað er ein møguleiki fyri at fáa uppskotið samtykt. Tí fleiri danskir flokkar og politikarar í Fólkatinginum øtast um ta viðferð, sum Føroyar hava fingið í málinum. SF, Eindarlistin, Javnaðarflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin stuðla eftir øllum at døma Norðuratlantsbólkinum.
Ímóti samtykt
Alt byrjaði, tá tað kom fram, at ein gomul donsk hernaðarlóg, sum framvegis var í gildi í Føroyum, loyvdi deyðarevsing í krígstíð. Hetta kom púra óvart á landsstýrið, og nakað av kjaki stóðst av hesum, tí tað var hildið at vera eitt óheppið tekin at senda út hjá einari framkomnari tjóð. Í Danmark var deyðarevsingin langt síðan tikin av, tí teir høvdu sett eina nýggja hernaðarlóg í gildi í 1973.
Onkursvegna var lógin ongantíð dagførd í Føroyum. Í 1992 svaraði landsstýrið kortini stjórnini, at føroyingar ikki ynsktu nýggju lógina. Og so hendi onki meira.
22. november 2001 samtykti løgtingið einmælt, at gamla lógin skuldi strikast, so deyðarevsingin fór úr gildi. Samstundis varð gjørt greitt, at ongin hernaðarlig revsilóg skuldi vera í Føroyum, tí tað var óneyðugt. Samtyktin varð send víðari til danskar myndugleikar 4. desember 2001.
Hóast hetta setir danska stjórnin, umvegis ríkisumboðið, nýggju hernaðarligu revsilógina í gildi fyri Føroyar við at lýsa lógina í kunngerðarblaðnum tann 27. mars 2003. Saman við lógini er bunki av øðrum gomlum kunngerðum og kongligum fyriskipanum, sum viðvíkja hervaldi og krígsstøðu. Hvørki landsstýrið ella løgtingið eru spurd eftir.
Løgmaður tegir
Rokningin fyri at lýsa lógirnar, 43.000 krónur, verður send til føroyska løgmálaráðið.
? Hetta er ein grov provokatión. Vit fara ikki at gjalda rokningina, og vit fara ikki uttan víðari at lata okkum lynda, at hernaðarlógirnar eru settar í gildi ímóti okkara vilja. Síðsta orðið er ikki sagt, og eg fari at venda mær til løgmans við málinum í eini vón um, at vit kunnu taka tað upp í felag, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum.
Men løgmaður hevur sum skilst onga ætlan um at taka málið upp. Hann vil ikki gera viðmerkingar, tí tað er ikki hansara borð, og tað er heldur ongantíð viðgjørt, sigur hann.
Eitt álitisbrot
Tað er neyvan áður komið fyri í 55 ára søguni hjá føroyska heimastýrinum, at danskir myndugleikar hava sett eina lóg í gildi fyri Føroyar, eftir at Føroya løgting áðrenn hevur samtykt tað øvugta.
Nú hevur so Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmaður tikið málið upp í Fólkatinginum og har vil hann hava Fólkatingið at áleggja donsku stjórnini at taka lógirnar aftur.
? Við sínari gerð hevur danska stjórnin brotið tað álit, sum hóast alt er bygt upp millum føroyskar og danskar myndugleikar um gildiskomu av lóggávu í Føroyum. Hon hevur brotið siðvenjuna ígjøgnum 55 ár. Hon hevur brotið ta hevd, at Føroyar eru ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind, sigur Tórbjørn Jacobsen í viðmerking til uppskotið.
Vónirnar um, at uppskotið fer at vera samtykt eru góðar, tí fleiri danskir politikarar hava sum nevnt longu givið sína ónøgd til kennar í seinastu Fregnum.
Undrast stórliga
Ein teirra, sum undrast stórliga, er Jeppe Kofoed, næstformaður í danska Javnaðarflokkinum.
? Eg skilji ikki, at stjórnin hevur gjørt hatta. Og tað er avgjørt nakað, sum eigur at vera tikið upp og kannað. Stjórnin, við Venstre á odda, hevur ið hvussu er í hesum málinum víst, at hon ikki røkir ríkisfelagsskapin. Og at hon ikki ein gang tosar við grønlendingar og føroyingar um hetta, er sera ódámligt, sigur Jeppe Kofoed.
Spurdur hvørja støðu SF hevur til, at hernaðarliga revsilógin er sett í gildi fyri Føroyar ímóti løgtingsins vilja, sigur formaðurin Holger K. Nielsen, at hetta gongur ikki, er sera álvarsamt, og verður tikið upp í Fólkatinginum.
Jan Sjursen, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum, kann heldur ikki góðtaka, at danska stjórnin einvíst hevur sett hernaðarligu revsilógina í gildi.
? Fólkatingið eigur sjálvsagt at taka hetta upp og krevja, at stjórnin greiðir frá, hvussu hon kann loyva sær tað. Tað er rætt og slætt skyldan hjá Fólkatinginum, sigur hann.