Talv:
Fýra umfør eru nú leikt í liðkappingini og stríðið um fyrsta pláss í 1. deild er økt nú klaksvíkingar eisini hava blandað seg uppí oddan. Havnamenn liggja nú hinvegin í tyngra endanum.
Dysturin í Havn hevði alstóran týdning. Dysturin ímillum feløgini bæði er av tratitión sera týdningarmikin, og eisisi hava liðini ikki havt tann besta startin í kappingini, og tískil var ein sigur, helst stórsigur, á ynskilistanum hjá báðum stórfeløgunum. Rani Nolsøe varð ikki hjá vitjandi felagnum og á fyrsta borði sat tí tann royndi Steintór Rasmussen. Mótstøðumaður hansara var klaksvíksføddi Haldur Suni Johannesen sum síðani seinasta ár hevur telvað á havnarliðnum. Steintór fekk beinanvegin betri støðu, og tá Haldur ikki útviklaði fólk síni ov væl varð illa vorði hjá Halduri. Steintór fekk avviklað støðuna til vunnið endatalv og vann eisini.
Herluf Hansen og Tummas Martin Anthoniussen leiktu eitt heldur vilt talv á øðrum borði. Herluf kom í tíðarneyð og offraði rók við vón um ævigt skák, men leikti skeivt í avgerandi løtuni og tapti. Fyrr í talvinum átti Herluf at verið nøgdur við javnleikin, men satsaði alt fyri at vinna.
Útisetin Finnbjørn Vang var við á klaksvíksliðnum og tað varð ein sannur fongur. Hann vann nevnliga ímóti Olaf Berg í eyðkendum stíli. Fyrst offraði hann finnu og síðani fann hann taktiskan hátt at niðurberja Olaf.
Fyrrverandi føroyameistarin Súni Ziska var fyri fyrstu ferð í nógv ár aftur at síggja á havnarliðnum, og hann varð tann einasti ið fekk tikið stig frá klaksvíkingum, javnleikur ímóti ingolf Gaard sum møguliga átti at leikt víðari.
Heili 3,5-0,5 til KTF. Væntað var at klaksvíkingar møguliga vunnu dystin, men at munurin bleiv so stórur hevði fáur væntað. Havnarmenn sum vunnu FM í fjør, eru nú aftast saman við sandavágsmonnum og eru teir tí í einari talvligari krisu.
Vunnu uttan stórmeistara
Kollfirðingar hava veruliga havt vind í seglinum í ár. Teir hava mist Torbjørn Thomsen til vestmenningar, men hava hinvegin fingið góða hjálp frá stórmeistarunum Tiger H. Persson og Henrik Danielsen. Men í toppbrakinum ímóti hvalvíkingum sum sanniliga eisini hava klárað seg væl, var Hans Kristian Simonsen at síggja á fyrsta borði. Hann tapti tó ímóti Martin Brekká har tað annars leikaði javnt á, men Hans Kristan bukkaði ein mann og tapti.
Bernhard Thomsen fekk spakuliga fyrimun ímóti Finnbjørn Zachariassen og tveir sterkir bispar avgjørdu talvið til hansara fyrimun. Útisetin og kollfirðingurin Pól Martin Hansen hevði finnu meir í frúgvaendatalvi ímóti Sámal Christiansen, men megnaði ikki at vinna. Grettir Djurhuus vann sítt talv á fjórða borði tá hann fekk tvær frífinnur ímóti Gunnari Joensen.
2,5-1,5 til kollfirðingar og enn halda teir endan um fyrsta pláss.
Hetjan úr Sandavági
Mest yvirraskaði úrslitið í liðkappingin higartil var í Vestmanna tá Gutti Petersen fekk javnleik ímót John Rødgaard eins og dysturin endaði javnur. Ótrúligt úrslit hjá sandavágsmonnum og veteraninum Gutta. John kom sum vant tvær ferðir í herviliga tíðarneyð, og Gutti fann vegin til javnleikin við finnu minni í ólíkafarvaða bispaendatalvinum. John royndi alt hann megnaði at vinna, men Gutti helt høvdið kalt. Hetta má ivaleyst vera besta úrslit hjá Gutta, sum hevur nærum 750 minni í rating enn John.
Liðið úr Sandavági var leygardagin sera skert. Torkil Nielsen er farin til skips og verður ikki við aftur fyrren í febrúár, Berhard Augustinussen, Sonni Nielsen og Heri Christoffersen vórðu heldur ikki við, og tískil sat gamli kenningurin Magni Thomassen á øðrum borði. Torbjørn Thomsen varð tó ein ov stórur biti at slúka og Magni tapti, men veruleikin var at Magni lættliga hevði kunnað ognað sær javnleikin í miðspælinum. Manglandi kappingarvenjing má var helst orsøkin.
Annar kenningur Jóhannes Ártind leikti óvæntað javnt ímóti John Jacobsen og á fjórða borði vann Eivind Simonsen eisini óvæntað ímóti Petur Højgaard.
Dysturin endaði tí 2-2, og má metast sum sera skuffandi hjá vestmenningum sum vóru fullmannaðir, meðan sandavágsmenn høvdu mist fleir stuðulsleikarar, í roynd og veru var tað B-liðið hjá Sandavágs Talvfelag sum leikti leygardagin.
Sera javnt er, og enn ógjørligt er at spáa vinnaran. Ein ókend støða hjá havnarmonnum at vera í, men kenna vit teir rætt so enda teir helst ovari enn aftasta pláss. Teir hava hvørt ár síðani kappingin byrjaði í 70´unum havt lið í fremstu deild, og eru somuleiðis flest ferðir endaðir ovastir.
Klaksvíkingar hitta vestmenningar komandi sunnudag, meðan hinir dystirnir eru Kollafjørður ? Havnin og Sandavági ? Hvalvík.
Havnin á odda í 2. deild
Gongst tað illa hjá høvuðsstaðarfelagnum í fyrstu deild, hevur hinvegin hilnast væl hjá øðrum liði. Tó er ikki langt niður til Gøtu Talvfelag, bert tað hálva stigið.
Á Toftum endaði toppdysturin ímillum toftamenn og havnarmenn við javnleiki 2-2, meðan gøtumenn hálaði heilt nógv inn við knúsandi 4-0 sigrinum ímóti Havnini 3. Triðja lið hjá Havnini liggur nú púrt aleina í botninum.
Klaksvíkingar hava eisini eitt hampuliga sterkt annað lið, sum leygardagin vann stórsigur 3-1 ímóti runavíkingum. Á klaksvíksliðnum telvaði Willie Olsen á fyrsta borði ímóti tí ikki minni kenda Ólavi Simonsen, sum í ár roynir eydnuna við runavíkingum. Ólavur vann sítt talv, men hinir runavíkingarnir tapti allir.
3. deild
Í 3. deild er somuleiðis sera javnt í oddinum. Eins og í aðru deild liggja havnarmenn á odda i trifremstu deildini. Teir vunnu 3-1 á Róki úr Oyri, meðan hitt toppliðið úr Kollafirði eisini vann, 2,5-1,5 á Vestmanna 2. Vestmanna 3 vann óvæntað 3-1 á Klaksvík. Hesi vórðu fyrstu stig triðja lið úr Vestmanna fekk.
Talvið hesa vikuna
Heimsmeistarin og russin Vladimir Kramnik og Peter Leko úr Ungarn hava í døgunum 2-8. januar telva ein kviktalvsdyst, 25 minuttir hvør til talvið. Tólv talv hava teir telva og vegna evstamark hava vit ikki fingið tvey tey seinastu talvini við. Eftir tíggju talvum var støðan 6-4 til Kramnik. Talvið hesa vikuna er tað níggjunda í talvdysti teirra. Í hesum talvi prógvar Kramnik veruliga hví hann er ein verdugur heimsmeistari.
Kramnik,V (2770) - Leko,P (2743)
RWE Gas Match Budapest (9), 07.01.2001
1.d4 Nf6 2.c4 e6 3.Nc3 Bb4 4.e3 c5 5.Nge2 cxd4 6.exd4 0-0 7.a3 Be7 8.Nf4 d5 9.cxd5 Nxd5 10.Ncxd5 exd5 11.Bd3 Nc6 12.0-0 Bg5 13.Re1 Bxf4 14.Bxf4 Qf6 15.Be5 Nxe5 16.Rxe5 Be6 17.Qd2 Rad8 18.Rae1 h6 19.R1e3 Bd7 20.h3 Qd6 21.Qa5 Qb6 22.Qxb6 axb6 23.Be2 Be6 24.f4 g6 25.Bd3 Bc8 26.Re7 Kg7 27.Bb5 Kf6 28.Rc7 Rd6 29.Rec3 Rdd8 30.Re3 Rd6 31.a4 Rdd8 32.Kf2 Rd6 33.g4 Rdd8 34.Kg3 g5 35.f5 h5 36.Ree7 hxg4 37.hxg4 Kg7 38.Kf3 Kf6 39.Ke3 Kg7 40.Kd3 Kf6 41.Kc3 Kg7 42.Kb4 Kf6 43.Ka3 Kg7 44.b4 Kf6 45.a5 bxa5 46.bxa5 Kg7 47.Kb4 Kf6 48.Kc5 Kg7 49.Be2 Rde8 50.Rxe8 Rxe8 51.Bf3 1-0
1. Deild
VT
IM John Rødgaard
Torbjørn Thomsen
John Jacobsen
Dánjal P. Højgaard ST
Gutti Petersen
Magni Thomassen
Jóannes Árting
Eivind Simonsen 2-2
0.5 ? 0.5
1 ? 0
0.5 ? 0.5
0 ? 1
HT
Haldur Suni Johansen
Herluf Hansen
Olaf Berg
Suni Ziska KTF
Steintór Rasmussen
Tummas M. Anthoniussen
Finnbjørn Vang
Ingolf Gaard 0.5-3.5
0 - 1
0 ? 1
0 - 1
0.5 - 0.5
TFS
Martin Brekká
Finnbjørn Zachariasen
Sámal Christiansen
Gunnar Joensen KT
Hans K. Simonsen
Bernhard Thomsen
Poul Martin Hansen
Grettir Djurhuus 1.5-2.5
1 - 0
0 - 1
0.5 ? 0.5
1 ? 0
Støðan eftir 4. Umfar
1. KT, Kollafjørður 9.5
2. KTF, Klaksvik 9.5
3. TFS, Hvalvík 8.5
4. VT, Vestmanna 7.5
5. HT, Tórshavn 6.5
6. ST, Sandavágur 6.5
2. Deild
KTF 2
Willie Olsen
Óli Joensen
Esbern Christiansen
Rúni Dragaberg RT
Ólavur Simonsen
Meinhard Danielsen
Brandur K. Jacobsen
Eyðun Lamhauge 3-1
0 - 1
1 - 0
1 ? 0
1 - 0
TT
Helgi Joensen
Justines Hansen
Øssur Hansen
Oddmar Andreasen HT 2
Jóhan Gaard
Michael Jensen
Poul Poulsen
Jógvan Næs 2-2
0 - 1
0.5 ? 0.5
1 ? 0
0.5 ? 0.5
HT 3
Jógvan Joensen
Sigurð Justinussen
Jóhan E. Hansen
Mortan Thomsen GT
Jónfinn Thomsen
John Joensen
Reinhold Isaksen
Jákup F. Joensen 1.5-2.5
0 - 1
0 - 1
0 - 1
0 - 1
Støðan eftir 4. Umfar
1. HT 2, Tórhavn 10.5
2. GT, Gøta 10
3. KTF 2,Klaksvik 9.5
4. TT, Toftir 8.5
5. RT, Runavík 6.5
6. HT 3,Tórshavn 3
3. Deild
KTF 3 VT 3 1-3
VT 2
Samson Højgaard
Kári Durhuus
Jón Mikkelsen
Jákup á Rógvi Andreasen KT 2
Eyðálvur Johannesen
Karl Louis Johansen
Hans P. Joensen
Alvin Joensen 1.5-2.5
0.5 ? 0.5
0.5 ? 0.5
0.5 ? 0.5
0 ? 1
HT 4
Øssur Joensen
Frants Eliassen
Jákup D. Joensen
Arnbjørn Dalsgarð Rókur
Bergur Johannesen
Mikkjal Joensen
Archibald Andreasen
Eyðsvein Johannesen 3-1
1 ? 0
0.5 ? 0.5
0.5 ? 0.5
1 ? 0
Støðan eftir 4. Umfar
1. HT 4, Tórshavn 11.5
2. KT 2, Kollafjørður 11
3. VT 2, Vestmanna 9.5
4. KTF 3, Klaksvík 7
5. Rókur, Oyri 6
6. VT 3, Vestmanna 3