Garvaði gandakallurin Hiddink

Guus Hiddink hevur ótrúlig úrslit at vísa á sum landsliðsvenjari hjá ávikavist Suður-Korea, Hollandi, Avstralia og Russlandi

Fótbóltur

 

Sum so mangur annar góður venjari, so var Guus Hiddink ikki nakar úrmælingur sum aktivur fótbóltsspælari. Hiddink - sum er føddur í 1946 - var ein javnt góður miðvallarspælari, tá hann varð aktivur yrkisleikari, árini millum 1967 og 1982. Í Hollandi spældi hann við De Graafschap, NEC Breda og PSV Eindhoven, áðrenn hesir veruliga fóru í holt við at hótta Ajax Amsterdam og Feyenoord Rotterdam. Hiddink spældi eisini fótbólt í USA, árini 1976 og 1977. Amerikumenn royndarkoyrdu eina fótbóltsdeild tá, sum var nevnd North American Soccer League (NASL), men hon fór av knóranum miðskeiðis í 1980-unum. Men har eydnaðist tað so Hiddink at spæla fótbólt í bæði Washington og í San José.

 

Stóri sigurin í 1988

Men tað, sum Guus Hiddink ikki rakk, sum spælari, hevur hann rokkið, sum venjari. Árini 1982-1984 var hann hjálparvenjari í De Graafschap. Í 1984 tók hann við, sum hjálparvenjari hjá PSV Eindhoven, sum tá hevði stórar ætlanir at koppa liðunum úr Rotterdam og Amsterdam av trónuni. Á vári 1987 var hann sum hjálparvenjari við til at vinna meistaraskapið. Árið 1987-1988 var fyrsta árið, hann fekk evstu ábyrgdina av hópinum hjá PSV, og tað skal sigast, at hann tók av. Í 1988 framdi PSV eitt satt bragd, sum Hiddink var heilin aftanfyri. PSV vann bæði Evropa Cup fyri meistaralið, hollendska meistaraheitið, og hollendsku steypakappingina. Millum hetjurnar hjá PSV á 1988-liðnum vóru donsku landsliðs-legendirnar, Frank Arnesen, Ivan Nielsen og Søren Lerby. Hiddink vann aftur hollendsku greipuna við PSV í 1989, og í 1990 vann liðið steypakappingina triðja árið á rað.

 

Ikki so gott í Spania

Hiddink hevur sum oftast prógvað, at hann kann standa seg væl uttanlands, men sigast má, at Turkaland og Spania hava verið undantøkini. Sama Turkaland, sum tapti hálvfinaluna ígjár ímóti Týsklandi, og sama Spania, sum Hiddink skal royna at koppa í kvøld. Hiddink var venjari hjá turkiska Fenerbache kappingarárið 1990-1991. Árini 1991-1994 var hann venjari hjá Valencia, men hetta var tíðin tá “The Dream Team” hjá Johann Cruyff yvirskuggaði alt og øll í Spania. Hiddink helt Valencia uppi í ovaru helvt, men talan gjørdist ikki um nakað heiti hesi árini. Kortini gjørdist hann hetjan hjá mongum í Spania, tá hann gav boð um, at rasistisk slagorð skuldu burtur frá leikvøllinum hjá Valencia. Hansara offensiva fótbóltsfilosofi var væl umtókt í Valencia, har manglaði bara tað síðsta – at vinna nøkur heiti. Hiddink vandi Real Madrid í 1998-1999, og Real Betis Sevilla í 1999-2000. Tað eydnaðist honum at vinna Intercontinental Cup við Real Madrid, sum gjørdist tað einasta heitið hann vann við einum sponskum liði.

Hiddink var aftur venjari hjá PSV Eindhoven árini 2002-2005, og tað gekk sum eftir ánni. Árið 2002-2003 vann liðið hollendska meistaraskapið, og í 2004-2005 vunnu teir greipuna. Men tað er, sum landsliðsvenjari Guus Hiddink er blivin ein alheims fótbóltslegenda.

 

Holland fyrst

Størsta avbjóðingin hjá Hiddink kom, tá hann gjørdist hollendskur landsliðsvenjari. Hann brúkti harðan disiplin, og tá EM-endaspælið var í Onglandi í 1996, sendi hann Edgar Davids heim, og var tað ikki uttan svørðslag. Við HM-endaspælið í Fraklandi i 1998 var Holland ímillum tey liðini, sum spældu tann besta fótbóltin, men í hálvfinaluni tapti Holland ímóti Brasilia aftaná brotssparkskapping, og gjørdist hetta síðsti dysturin hjá Hiddink sum hollendskur landsliðsvenjari.

Í 2000 tók Hiddink við einari risastórari avbjóðing. Suður-Korea varð saman við Japan vertur hjá HM-endaspælinum í 2002. Suður-Korea hevði ikki vunnið ein dyst við eitt HM-endaspæl, áðrenn 2002. Koreanska pressan var ikki blíð við Hiddink, og varð mong síða skrivað um, at Hiddink brúkti ov nógva tíð saman við unnustuni, og ov lítla tíð saman við koreanska landsliðshópinum.

Men Hiddink læsti kjaftin á øllum. Í bólkaspælinum vann Suður-Korea 2-0 á Póllandi, 1-0 á Portugal – sum var millum favoritarnar tá – og spældi Suður-Korea eisini javnleik, 1-1 ímóti USA.

Í 1/8-finaluna møtti Suður-Korea Italia. Aftaná longda leiktíð eydnaðist tað Suður-Korea at vinna 2-1.

Í fjórðingsfinaluni vann liðið hjá Hiddink á júst Spania aftaná brotsparkskapping.

Í hálvfinaluni tapti Suður-Korea 1-0 ímóti Týsklandi, og bronsudystin tapti Suður-Korea 3-2 ímóti Turkalandi.

Koreabúgvar vóru ovurfegnir um góðu úrslitini hjá Hiddink, og gjørdist Hiddink fyrsti útlendingurin, sum gjørdist heiðursborgari í Suður-Korea.

 

Avstralia og Russland

Í 2005 gjørdist Hiddink avstralskur landsliðsvenjari, og her eydnaðist tað honum at føra Avstralia til HM-endaspælið, sum var í Týsklandi í 2006. Hetta var fyrsta HM-luttøka hjá Avstralia síðani 1974, sum eisini var í Týsklandi. Avstralia vann 3-1 á Japan, teir spældu 2-2 ímóti Kroatia, og taptu 2-0 ímóti Brasilia.

Í 1/8-finaluni bíðaði Italia. Hóast Avstalia spældi 11 ímóti 10 í yvir 35 minuttir, so eydnaðist tað ikki at koppa Italia, sum vann 1-0 uppá eitt brotsspark.

Hetta gjørdist síðsti dysturin hjá Hiddink, sum avstralskur landsliðsvenjari, men avstraliumenn vóru meir enn nøgdir við úrslitið. Eftir HM-endaspælið í 2006 tók Hiddink við russiska landsliðs-venjarastarvinum, og tað eydnaðist Hiddink at spæla Russland til EM-endaspælið, við at koppa Onglandi út úr kappingini.

Í kvøld verður ein nýggjur kapitul skrivaður í landsliðsvenjara-søguni hjá Hiddink. Vónandi verður hann ikki minni spennandi enn hinir kapitlarnir.