Eftir at hava upplivað framferðina hjá løgmanni, fjølmiðlaviðgerðina í útvarpinum, lesarabrøv frá politiskum viðmerkjara úr Sjálvstýrisflokkinum og ónevndar viðmerkjarar á netmiðlum seinastu dagarnar, noyðist eg bert at staðfesta: Vanligar siðsemisreglur, ábyrgdarstaðfesting og sannleikakrøv, eru sett fullkomiliga til viks, tá tjóðveldisfólk verða viðgjørd alment. Ongar reglur galda. Til ber at skjóta við skørpum í rúgvuna, siga ósatt og undirgrava fólkaræðið, sum var tað natúrligasta fyribrigdið í heiminum.
Undirritaði var á løgtingsfundi mikudagin 2. desember, og hevði sum vanligt nýtt drúgva fyrireikingartíð at skriva og senda inn fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk um týdningarmikil viðurskifti - eins og fleiri av tingfólkunum hjá Tjóðveldi. Tjóðveldistingfólkini møttu sum vanligt og høvdu ongan lut í tí óskili, sum skuldi vísa seg hendan dagin. Tá tingfundurin byrjaði, var bert ein landsstýrismaður til staðar. Eftir at nakrir spurningar vóru svaraðir svaraðir, skuldi næsta landsstýrisfólk í røðina, men var ikki komið í tingið.
Vælvild frá løgtingsformanni og tingfólki...
Hetta elvdi til, at tingformaðurin valdi at niðurleggja fundin í eitt longri tíðarskeið. Her kundi hann valt at slitið fundin, men Hergeir Nielsen var ”large” mótvegis landsstýrinum, og tók fundin uppaftur, tá eitt landsstýrisfólk var møtt afturat. Og tingfólk góðtóku hetta, hóast bæði andstøðu- og samgongufólk hildu hetta vera grovt. Slíka vælvild høvdu ráðharrar aldri fingið í øðrum parlamentum um okkara leiðir.
Alt hetta gjørdi, at skráin gjørdist so seinkað og útsett, at undirritaði - sum varð kallaður til fundar av Edmundi Joensen um blokkstulsuppskotið á fólkatingi – í góðari tíð avráddi við Tórbjørn Jacobsen at fremja fyrispurningar mínar, eins og vanlig siðvenja er, um okkurt kemur ímillum hjá tingfólki.
Síðani frætti eg í fjølmiðlunum, at út á seinnapartin endurtók støðan á morgni seg, har landsstýrisfólk ikki vóru møtt. Nú møttu hvørki løgmaður ella fiskimálaráðharrin til sínar fyrispurningar. Hetta er sjálvsagt ein álvarslig vanvirðing av fólkaræðinum. Og eg kann vissa um, at kom tað fyri á fólkatingi, hevði tað fingið avleiðingar fyri viðkomandi ráðharra. Tí spurnarrætturin hjá teimum fólkavaldu mótvegis ráðharrum, ið hava ábyrgd av sínum málsøkjum, er sjálvandi ein aðaltáttur í parlamentarismuni og eftirlitinum við fyrisitingini.
Henda støða verður so av røttum átalað av bæði løgtingsformanni og spyrjara.
...lønt aftur við háð og spott
Men hvat ger løgmaður: Ja, hann leggur fyrst eftir undirritaða við ósannindum, sum ongan leiklut átti í hendingunum. Og síðani leggur hann eftir Tórbjørni Jacobsen við grovum og niðurgerandi ákærum. Hesi álop leggur hann skrivliga á heimasíðuni hjá løgmansembætinum. Hugsið tykkum: tingfólk hava rættin at seta spurningar á tingi og løgmaður og landsstýrisfólk hava skyldu at svara. Tá løgmaður ikki møtir, leggur hann eftir spyrjarunum og nýtir sítt embætisverk sum amboð! Hendi hetta í einum landi við veruligum fólkaræði, høvdu øll tingfólk – uttan mun til samgongu ella andstøðu – reist misálit á ráðharran.
Uppaftur løgnari er tað, at tá løgmaður av røttum verður átalaður, gevur útvarpið honum beinanveg høvi at svara. Tá hann so í beinleiðis samrøðu leypir á undirritaða, býðst onki høvi hjá mær at svara. Útvarpið letur bert hesa grovu framferð standa og hevur ikki vent sær til mín. Tíbetur valdi so Løgtingsformaðurin at svara til fyrimunar fyri meg, tá hann viðmerkti alt málið í útvarpinum.
Hetta er ein so óhoyrd framferð, ið átti at fingið øll, ið hava nakra virðing fyri fólkaræði at gjørt vart við seg.
Sjálvt andstøðupolitikarar upp í løgmanskórið
Men sum vanligt í Føroyum: Eitt valevni hjá øðrum andstøðuflokki – Sjálvstýrisflokkinum – velur at fara upp í kórið hjá løgmanni! Hann leggur eftir undirritaða fyri ikki at røkja sítt arbeiði og fyri at hava valt ”løgtingið frá” - umframt verði eg ákærdur fyri ómoral við peningi. Nei, onki hevur undirritaði valt løgtingið frá ella forsømt nakað arbeiði. Hevði av mínum eintingum skrivað og latið inn 4 væl grundaðar fyrispurningar – og kundi sjálvandi valt onki arbeiði at gjørt ella tikið mínar fyrispurningar aftur. Kann annars aftur upplýsa um, at vit í Tjóðveldi eru einasti flokkur, ið regluliga tekur farloyvi á løgtingi, tá fólkatingsarbeiði ikki sampakkar við tað – og tá gera vit ikki sum øll onnur fólkatingsumboð og fáa løn úr báðum støðum. Hartil rinda fólkatingsumboð Tjóðveldisins 20% av lønini í ein grunn, ið hevur til endamáls at stuðla upplýsing og tiltøkum um føroyskt fólkaræði og sjálvræði. Ein og hvør kann kunna seg um tað arbeiðið, ið Tjóðveldisumboð hava gjørt og gera á bæði løgtingi og fólkatingi – og eru síðani vælkomin at vísa ítøkiliga á, hvar tjóðveldisumboð hava forsømt nakað arbeiði og annars at samanbera við, hvat onnur umboð gera og hava gjørt í hesum størvum.
At lýsa fólk friðleys
Men sjálvandi er altíð lættast at leggja eftir Tjóðveldinum – serliga tá landsins stjórn setur alt siðsemi og fólkaræðisligar mannagongdir til viks. Sjálvandi er tað boðberin, ið má skjótast og andstøðan hartast, sum ger sína skyldu. Sjálvandi skal løgmaður sleppa óátalaður, tá hann forsømir sínar skyldur. Og sjálvandi skulu tjóðveldisfólk heldur ikki fáa sama høvi sum onnur at svara aftur, tá landsins løgmaður leypir á tey alment og misnýtir sítt embæti og embætisverk.
Og helst átti bara ein lóg at verðið samtykt, ið einfalt lýsti tjóðveldisfólk friðleys at vera. Tað hevði verið so nógv lættari...











