fýra mans, sum allir fara at halda hvør sín fyrilestur um evni. Ùr Grønlandi verður Lars Emil Johansen, sum kemur at greiða frá egnnum lívi við og uttan rúsdrekka. Hann fer eisini at tosa um rúsevnastøðuna [...] misnýtarum. Hann fer at greiða frá, hvat gjørt verður við trupulleikani Svøríki. Úr Føroyum verður tað Hans Pauli Strøm, sum fer at greiða frá, hvat verður gjørt frá politiskari síðu, fyri at hjálpa rúsmisnýtarum [...] Bláa Krossi. Hann fer at greiða frá hvussu rústrupulleikin sær út í altjóða høpi, og hvat skal gerast fyri at loysa trupulleikan í framtíðini. Ímillum fyrilestrarnar, sum eru settir at vara ein tíma hvør
Frá 1. september at rokna fer bert at bera til hjá privatfólki at slepp av við rusk á Endurnýtsluni á Sandvíkarhjalla leygardag. Vanliga gerandisdagar verður bert tikið ímóti vinnuligum burturkasti. E [...] ivi, at neyðugt er at fáa greiðari skilnað millum privat og vinnuligt burturkast. Tí verður skipanin broytt. Endurnýtslan verður opin mánadag til fríggjadag frá kl 8 ? 17, men tá ber bert til at sleppa [...] nøgd og vavi, at eingin ivi er um, at tað stavar frá privatum húsarhaldi. Um privatborgari hevur okkurt burturkast, sum ikki er fevnt av reglugerðini um húsarhaldsburturkast, ber til at lata hetta inn
eru um at selja sterkt øl í Gundadali, tá Føroyar og Frakland fara at spæla landsdyst á Tórsvølli. Hóast rúsdrekkalógin ikki heimilar tí, eru ætlanir í gongd um at seta upp sølubásar, har til ber at keypa [...] ar av at hava slíka sølu í Gundadali eisini. ?Hóast lógin ikki verður hildin, má hon væl verða líka løtt at bróta hjá øllum, sigur ein teirra, sum Sosialurin hevur tosað við. Hann roknar við, at tað kann [...] sigur hann. Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar frá fútanum og løgregluni til tíðindini í hósdagsblaðnum um fría ølsølu á almennum tiltøkum. Eisini var ætlanin at fáa viðmerkingar til tær ætlanir
eingin vil vátta tíðindini enn, veit Sosialurin frá álítandi keldum, at áleyparin Christian Høgni Jacobsen eftir øllum at døma verður at síggja í hvítu troyggjuni hjá B36 næsta ár. Christian Høgni fekk ein [...] Høgni segði í Útvarpi Føroya fríggjakvøldið, at hann kom heimaftur at spæla, men hann vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til spurningin, hvat felag hann fór at umboða. Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø [...] fótbólt aftur í ár. Felag hansara Vejle boðaði tá frá, at tað ikki vildi leingja sáttmálan, sum Christian Høgni hevði við felagið. Hetta hevur við sær, at áleyparin nú leitar sær heimaftur á klettarnar. Christian
og greitt teimum frá, at tann, ið kemur at leiga hølini, skal kappast á jøvnum føti við allar aðrar matstovur í býnum. Tað stendur eisini einum og hvørjum frítt at bjóða seg fram at leiga hølini, sigur Heðin [...] leingi hevur verið ætlan um at gera eina matstovu til starvsfólkini hjá býráðsumsitingini. Nú eru hølini um at verða liðug, og tí verða tey boðin út til áhuga, ið hava hug at reka matstovuvirksemi í hølunum [...] hølunum. Ikki kappingaravlagandi Tey, ið hava áhuga í at leiga hølini til at reka matstovuvirksemi í, kunnu ráða yvir hølunum frá klokkan trý seinnapartar til klokkan eitt um náttina gerandisdagar og alt
. Og tó at eingin kann veita vissu fyri einum slíkum máli, so tykist nevndin í felagnum at arbeiða miðvíst, soleiðis at hópurin kann vera klárur so tíðliga, sum tað ber til. Tað er greitt, at Iulian Florescu [...] Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen, sum báðir mugu sigast at hava fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í ársins útgávu av Formula-deildini. Tí hevur eisini ljóðað, at eitt nú barndómsfelagið - HB - skal hava ligið fram [...] Eisini hevur felagið vissað sær, at Bogi Gregersen og Jónhard Frederiksberg halda fram komandi kappingarár, og alt í alt tykist formaðurin í felagnum, Hans Jákup Anderasen, at hava hampuliga góðar vónir. -
Arbeiðið at bøta um gongugøtuna í høvuðsstaðnum av Vaglinum niðan í Steinatún, fer at halda fram, sigur býráðið í tíðindaskrivi. Men lagt verður afturat, at gongugøtan fer ikki at broytast nógv. Tað fer [...] fer framvegis at bera til hjá bilum at koyra gjøgnum gongugøtuna, sum nú er løgd við brúgvasteinum, ið eru slitsterkari og halda betri enn flísarnar, sum vóru frammanundan. Har, sum koyrt verður inn á [...] lagt eitt slættari undirlag, sum er meira gonguvinarligt og ger tað lætt at fara tvørturum í koyristóli ella við rollatori, uttan at noyðast út á óslætta koyriundirlagið. Parkeringsbásarnir, sum eru á ovara
vísir á, at tað er ein stórur trupulleiki at fáa útlendskar lærarar hendan vegin, tí teir ikki hava annað at halda seg til enn frálæru, meðan tað er vanligt aðrastaðni, at lærarar hava krav uppá at nýta helvtina [...] uppskot fyri tingið um at hækka játtanina við 2,5 mió. kr., og hetta fer at geva 620 næmingum afturat undirvísing í musikkskúlanum.. Musikkskúlin hevur ætlanir um at brúka peningin til: - at fáa klaverlærarar [...] tíðindaskriv frá Tjóðveldisflokkinum Túsundtals børn standa á bíðilista til Musikkskúla Føroya. Hagtøl vísa, at umsóknirnar eru tvífaldaðar síðan 1998 og lærarakreftir eru ónýttar orsakað av vantandi játtan. Bert
m, at ásetingarnar krevja, at pláss skal verða fyri 23 parkeringsbásum, men ætlanin bert hevur pláss fyri í mesta lagi átta básum. Jógvan Arge, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at á vári [...] stjórin til at geva byggiloyvi til bygningin, men hetta loyvi var treytað av, at ein heildarætlan var gjørd fyri alt økið við Tinghúsvegin. Ein slík ætlan hevði møguliga skapt rúm fyri, at ætlaði skri [...] annað ætlanin at gera eina miðbýarlund frá Vaglinum til Bøkjarabrekku at minka munandi um ferðsluna á hesum vegastrekki. Í hesum sambandi hevur byggi- og býarskipanarnevndin biðið um at fáa gjørt eina
ynskið frá ljósmøðruum er, at tær vilja sleppa at fylgja sjúklingatilgongdini frá byrjan til enda fyri sostatt at styrkja samanhangin í viðgerðini. Jana H. Dalsgaard vísir eisini á, at í eini grein í Sosialinum [...] ikki at góðtaka at arbeiða á føðideildini undir einum sjúkrarøktarfrøðingi sum leiðara. ? Nú er so ein umlegging framd, sum til fulnar gongur ljósmøðrunum á møti. Tær eru komnar inn á deildina at arbeiða [...] Føroya, at tær vilja fegnar taka sær av røktini av barsilskvinnum og nýføðingum. Harafturat ger forkvinnan í ljósmøðrafelagnum greitt í samrøðu við Dimmalætting longu 30. august í fjør, heilt greitt, at lj