Sleppa bert av við rusk leygardag

Framyvir verður bert tikið ímóti vinnuligum burturkasti móti gjaldi gerandisdagar, meðan einanst verður tikið móti burturkasti frá privatfólki leygardag

Frá 1. september at rokna fer bert at bera til hjá privatfólki at slepp av við rusk á Endurnýtsluni á Sandvíkarhjalla leygardag. Vanliga gerandisdagar verður bert tikið ímóti vinnuligum burturkasti.
Endurnýtslan sigur í tíðindaskrivi, at neyðugt er at fáa greiðari skilnað millum privat og vinnuligt burturkast. Tí verður skipanin broytt.
Endurnýtslan verður opin mánadag til fríggjadag frá kl 8 ? 17, men tá ber bert til at sleppa av við vinnuligt burturkast móti gjaldi.
Leygardag verður opið fyri privatfólki, og tá verður opið frá kl 10 til 17.
Higartil hava privatfólk sloppið av við burturkast allar dagar ? og enntá hósdag til kl 20. Men havnarborgarar verða framyvir noyddir at savna sær ruskið saman til leygardag, um tey ikki skulu gjalda fyri tað.
Av Endurnýtsluni verður sagt, at leygardag verður tikið ímóti burturkasti ókeypis frá privatborgarum, ið er fevnt av reglugerðini um húsarhaldsburturkast. Leygardagar hava einans privat akfør undir 3.500 kg atgongd til Endurnýtsluna á Hjalla. Privatburturkast skal vera soleiðis háttað í nøgd og vavi, at eingin ivi er um, at tað stavar frá privatum húsarhaldi. Um privatborgari hevur okkurt burturkast, sum ikki er fevnt av reglugerðini um húsarhaldsburturkast, ber til at lata hetta inn á Endurnýtsluna mánadag til fríggjadag sum vinnuburturkast móti gjaldi.