Býráðið bjóðar matstovu út

Matstovan, sum Tórshavnar Býráð hevur latið gjørt í Posthúsbygninginum á Vaglinum, verður nú boðin út til áhuga, ið hava hug at reka matstovuvirksemi í hølini uttan fyri arbeiðstíð hjá býráðsumsitingini.

Í drúgva tíð hava handverkarar arbeitt í Posthúskjallaranum, har tað leingi hevur verið ætlan um at gera eina matstovu til starvsfólkini hjá býráðsumsitingini. Nú eru hølini um at verða liðug, og tí verða tey boðin út til áhuga, ið hava hug at reka matstovuvirksemi í hølunum.

Ikki kappingaravlagandi
Tey, ið hava áhuga í at leiga hølini til at reka matstovuvirksemi í, kunnu ráða yvir hølunum frá klokkan trý seinnapartar til klokkan eitt um náttina gerandisdagar og alt samdøgrið í vikuskiftinum. Í dagtímunum gerandisdagar skulu hølini nýtast til starvsfólkini hjá býráðsumsitingini, ið skulu hava kantinu í hølunum. Hetta virksemi verður eisini bjóðað út til møguligar leigarar.
Tað hevur verið ført fram, at tá ið býráðið soleiðis bjóðar nýgjørd matstovuhølir út, er tað kappingaravlagandi, tí talan er um ein almennan stovn, men hesum vísir borgarstjórin, Heðin Mortensen, aftur.
- Vit hava havt samband við felagið hjá matstovueigarum og greitt teimum frá, at tann, ið kemur at leiga hølini, skal kappast á jøvnum føti við allar aðrar matstovur í býnum. Tað stendur eisini einum og hvørjum frítt at bjóða seg fram at leiga hølini, sigur Heðin Mortensen.
Útbjóðingartilfar liggur í Snarskivuni, og seinasta freist at lata umsóknir inn er hósdagin í komandi viku.