tíðindaskriv frá Tjóðveldisflokkinum
Túsundtals børn standa á bíðilista til Musikkskúla Føroya.
Hagtøl vísa, at umsóknirnar eru tvífaldaðar síðan 1998 og lærarakreftir eru ónýttar orsakað av vantandi játtan.
Bert í Havn eru uml. 3000 børn á bíðilista, og av teimum kundu 1200 byrja í morgin, um fíggjarlig játtan var fyri tí.
Tjóðveldisflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at hækka játtanina við 2,5 mió. kr., og hetta fer at geva 620 næmingum afturat undirvísing í musikkskúlanum..
Musikkskúlin hevur ætlanir um at brúka peningin til:
- at fáa klaverlærarar til Vágar og Tórshavn,
- sanglærarar og trummulærarar til Eysturoynna,
- gittar-lærarar til Klaksvíkar
- og almennan musikk-pedagog til Sandoynna
Musikkskúlin vísir á, at tað er ein stórur trupulleiki at fáa útlendskar lærarar hendan vegin, tí teir ikki hava annað at halda seg til enn frálæru, meðan tað er vanligt aðrastaðni, at lærarar hava krav uppá at nýta helvtina av arbeiðstíðini til frálæru og helvtina til at spæla og framføra sjálvi.
Um allur núverandi tørvurin á musikkskúlaøkinum skal nøktast, so skal landið játta 5,3 mió. kr. og kommunurnar 5 mió. kr. (kommunurnar gjalda í sín lut eina upphædd, sum svarar til 80% av tí, sum landið játtar til rakstur av musikkskúlanum).