Adrian Justinussen fekk 72 minuttir á vøllinum, og Poul Kallsberg fekk 52 minuttir á vøllinum, tá teir og liðfelagarnir í Hillerød sunnudagin á útivølli taptu 1-3 fyri komandi arbeiðsgevaranum hjá Adriani, Horsens í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Hillerød tapti 1-3. Í fyrra hálvleiki legði Horsens seg á odda við einum sjálvmáli í 24. minutti, og níggju minuttir seinni brendi Mikkel Mouritz eitt brotsspark fyri Hillerød. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Horsens hevði økt til 2-0. Sjey minuttir seinni økti heimaliðið til 3-0. Ber tveir minuttir seinni stóð Adrian fyri upplegginum, tá Solomon Opoku pyntaði um úrslitið til 3-1.
Talan var um triðja uppleggið hjá Adriani hetta kappingarárið.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Hillerød 3-1 (1-0).
Hillerød er nummar trý í deildini við 29 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Horsens, ið hevur 28 stig. Liðið sum Dan Brimsvík venur, Lyngby er fremst í deildini við 32 stigum.











