Christian Høgni uppá tal í B36

Nógv bendir á, at Christian Høgni Jacobsen fer at spæla við B36 komandi kappingarár

Hóast eingin vil vátta tíðindini enn, veit Sosialurin frá álítandi keldum, at áleyparin Christian Høgni Jacobsen eftir øllum at døma verður at síggja í hvítu troyggjuni hjá B36 næsta ár.
Christian Høgni fekk ein álvarssaman knæskaða fyrr í ár, og hann spælir tí ikki fótbólt aftur í ár. Felag hansara Vejle boðaði tá frá, at tað ikki vildi leingja sáttmálan, sum Christian Høgni hevði við felagið.
Hetta hevur við sær, at áleyparin nú leitar sær heimaftur á klettarnar. Christian Høgni segði í Útvarpi Føroya fríggjakvøldið, at hann kom heimaftur at spæla, men hann vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til spurningin, hvat felag hann fór at umboða.
Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini um hetta leikaraskiftið. Eitt kann tó sláast fast, og tað er, at feløgini longu eru farin undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, og at samband hevur verið millum B36 og Christian Høgna.
Framherjin á landsliðnum hevði júst funnið máltevið í donsku 1. deild, tá hann meiddi sær knæið, og tí kom skaðin serliga illa við hjá honum. Hann var toppskjútti hjá Vejle um hetta mundið.
Eingin ivi er um, at hetta er ein styrkur hjá B36. Um John Petersen verður verandi í B36, kunnu teir báðir gerast eitt vandamikið álopspar.